Tórshavnar kommuna: Hósdagin 22. september og fríggjadagin 23. september asfaltera vit við Sjógv í Kollafirði. Vegastrekkið frá kirkjuni og niðan móti skúlanum verður stongt fyri allari ferðslu frá kl. 8 til kl. 16.
Meðan arbeiðið fer fram koyrir leið 6 ikki eftir bygdavegnum, men eftir landsvegnum.
Hósdagin 22. september frá kl. 12 til 18 ber heldur ikki til at koyra eftir bygdavegnum frá kirkjuni út til á Kjalnesi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo