40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í kvøld (24.11.22) samtykti Runavíkar býráð fíggjarætlanina fyri 2023, hetta var onnur og endaliga viðgerðin. Kommunala skattatrýstið í Runavíkar kommunu verður 21½ % - hitt sama sum í verandi ári (2022). Virðið á Spjaldrinum, frítíðarkortinum, ætlað undgdóminum úr 6 til 18 ára aldur, verður framhaldandi 2.500 krónur fyri hvønn einstakling. Hildið verður fast við skipanina ansingini viðvíkjandi, soleiðis, at goldið verður fult gjald fyri fyrsta barnið, hálvt gjald fyri annað barnið og onki fyri triðja barnið. Nakrar smærri dagføringar, samsvarandi almenna prísvøkstrinum, vera gjørdar í foreldragjøldunum og barnafrádrátturin verður hin sami sum í 2022 – 8.000 krónur, sum er millum teir hægstu í landinum.

Fíggjarætlanin fyri 2023 javnvigar við 270 milliónum krónum.

Skuldin verður ætlandi niðurgoldin við 8,3 mió. kr., ongi lán verða tikin upp í 2023 sambært ætlanini, men tá ið ein partur av svimjihøllini skal lánfíggjast, verður nú farið undir at fyrireika ta lántøkuna. Virkisliga javnsvarandi við árið 2022 hækkar raksturin við 3,2%´um, men av nýggjum virksemi, fólkavøkstri, lønarhækkingum og tá hædd er tikin fyri einum nógv broyttum orkukostnaði, er samlaði vøksturin í rakstrinum 5%.

Í løtuni (pr. 30. september 2022) svarar nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu til eina góða hálva álíkning.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo