Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í tíðindunum á middegi í gjár viðgekk landsstýriskonan í fíggjarmálum, at ein feilur var gjørdur í sambandi við lønarlyft.

Samstundis royndi landsstýriskonan at gera feilin lítlan og hypotetiskan. Tað taka vit í Heilsuhjálparafelag Føroya sterka frástøðu frá!

Hetta er nevniliga eitt sera, sera álvarsamt mál fyri okkum, ið hvønn dag stríðast fyri at lyfta heilsuhjálparar, ein krumtapp í Føroyum, upp um láglønarmark.

Útgangsstøðið at rokna lønarlyftið er skeivt, tí eitt ár er horvið og gloymt í útrokningunum. Tað ER fakta.

Tískil eru fortreytirnar heilt skeivar, tá ið Fíggjarmálaráðið hevur roknað seg fram til, hvat ið hvørt einstakt felag skal fáa í lønarlyfti.

Tað er ov lætt hjá landsstýriskonuni at siga, at Heilsuhjálparafelagið bert fokuserar á lønarmunin, og at hetta er ein politisk avgerð og eingin samráðing.

Sambært samgonguni var meiningin við lønarlyftinum at minka um gjónna millum fakbólkar og at geva eitt lønarlyft til røktarstarvsfólk.

Tað keðiliga er hent, at Fíggjarmálaráðið hevur gjørt eitt mistak, ið er til stóran skaða fyri lágt løntu limirnar í Heilsuhjálparafelagnum.

Ruth Vang vil ikki rætta hetta við at geva heilsuhjálparum størri lønarlyft. Men so mugu vit kompenserast á annan hátt!

Ruth Vang:

"Nú hevur Mary Antonsdóttir nógv fokus á lønarmunin."

Ja, tað kanst tú líta á, at Mary Antonsdóttir hevur!

Vit eru aftasti bátur í lønarfeltinum og finna okkum snøgt sagt ikki í hesi eyðmýkingini, at onnur verða sleipað fleiri bátslongdir fram um okkum, so at vit ikki longur bara eru aftast, men nógv aftast!

Ruth Vang:

"Upphæddin, sum vit hava lovað í lønarlyfti til hjálpararnar, stendur við. Og tað er TAÐ, sum hjálpararnir kunnu fara út at keypa fyri. Altso, munin fáa fakbólkarnir ikki brúkt til nakað ..."

Jú, Ruth! Munurin er, at okkara hart arbeiðandi limir til dømis noyðast at:

leiga vánaligari bústaðir

og fáa minni í innkeypsnetið

enn tey, sum verða lyft longri upp enn vit!

Hetta er ikki politisk teori, men kalt fakta úr gerandislívinum hjá okkara 800 limum, sum hvønn einasta dag halda Føroyum uppi við m.a. at ansa teimum gomlu, ið bygdu hetta vakra landið.

Tí krevja vit í felagnum, at lovaði munurin verður hildin.

Fundur verður við løgmann komandi mikudag. Tá verður meiri at frætta.

Mary Antonsdóttir
Heilsuhjálparafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo