

Mikudagin 20. september kl 20:30 byrja Filmsdagar í Felag. Filmsfelagið, sum fór undur vetrarskránna við at frumsýna filmin hjá Sakarisi Stórá ”Dreymar við havið”, skipar fyri Filmsdøgum í Felag. Tað er alment tiltak, sum á triðja sinnið er í Havnar Bio.
Fyrsti filmur er tann mest umrøddi svenski í ár, "Kempan" (Jätten, Johannes Nyholm, Svøríki 2016 86 min). Gudmund Helmsdal Nielsen frá Filmsfjepparafelagnum Hyggasíggj fer at innleiða ta sýningina. Sýningar eru hvørt kvøld og hvønn dag hesa vikuna.
Seinasta sýning er sunnukvøldið 24. september tá filmurin "Stefan Zweig: Farvæl, Evropa” verður sýndur. Tá fer Knút Olsen at innleiða. Hann hevur umsett bókina, sum filmurin byggir á. Forlagið Sprtin gevur nýtýddu bókina út undir heitinum ”Heimurin, ið var”.
SKRÁIN
Skráin fyri Filmsdagar í Felag fæst í Havnar Bio, í Visit Tórshavn og á Býarbókasavninum í Havn og sæst eisini á netinum her: https://cl.ly/3s1R082U1Z37
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo