40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

(mynd: Ole Wich)

(mynd: Ole Wich)

Myndin er frá fullsettu sýningini í Filmsfelagnum í gjárkvøldið, tá Elsa Súsanna Dalsgaard á nemandi hátt innleiddi sýningina við nýggja norska filminum "Utøya 22. juli" (Erik Poppe 2017). Hon hevur í mong ár verið operasangarinna í Oslo.

Havnar Bio heldur fram at vísa filmin ”Utøya 22. juli”, sum altjóða ummælarar siga vera hin týdningarmesta í ár.

Næsti filmur í Filmsfelagnum er hin finski ”Ókendur hermaður” (Aku Louhimies FIN 2017 132 min). Hetta er best umtókti filmur í finskum biografum beint nú. Leikstjórin Aku Louhimies (f.1968) hevur gjørt filmin við støði í kendu skaldsøguni hjá Väinö Linna (1920-1992) frá 1954 við sama navni. ”Ókendur hermaður” er um kríggið millum Finnland og Russland frá 1941-1944, Framhaldskríggið, tá finnar gingu saman við Týsklandi at vinna mistar landspartar aftur.  

Hetta er triði finski filmur, sum er gjørdur úr somu søgu um ókenda hermannin,"Tuntematon sotilas". Hinir filmarnir eru frá 1955 (Edvin Laine) og 1985 (Rauni Mollberg).

Týsdagin 15. mai er høvið at síggja oftast filmaða og best dámda finska filmin í Filmsfelagnum mitt í Havn - ein krígsfilmur við natúrligum ljósi og donskum undirteksti!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo