Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tey elska øll film, Ole, Rannvá og Birgir, sum mynda Filmsfelagið.

Eftir ársskiftið fer Rannvá at taka yvir umboðanina hjá Filmsfelagnum í Geytadómsnevndini og umsita ein Instagramprofil.

Nú Filmsfelagið hevur víst íslendska jólafilmin ”Bergmál”, sum er hin seinasti fyri jól, ynskja tey øllum teim trúføstu biografgangarunum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Samstundis skrivar Filmsfelagið út eina kapping, sum er at finna besta filmin á skránni hjá Filmsfelagnum í ár.

Skriva fyri ársskiftið um tína bestu filmsuppliving í felag, og vinn tvey atgongumerki til brasilska filmin "Systrarnar Gusmão og teirra ósjónliga lív", sum verður vístur 6. januar 2021.

Tað er fyrsti filmur í nýggja árinum og hann er millum teir, ið hava fingið hægstu reyting, ella bestu samlaðu ummæli, metascore, í allari filmspressuni.

Innsendi teksturin og mynd av tær, sum skrivar, verður kunngjørd beint eftir ársskiftið. Hevur tú gloymt teir mongu filmarnar, sum Filmsfelagið hevur sýnt mikukvøld, so er at leita undir "tiltøk" á Facebook.

Vit síggjast í felag - gleðilig jól og gott nýggjár!

Filmsfelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo