Amerikanski spenningsfilmurin Bird Box, sum danska Susanne Bier hevur leikstjórnað, hevur fingið ógvuliga ivasom ummæli, síðan hann kom út fyrr í ár.
Hvørki The Guardian, New York Times ella DR eru serliga glað fyri filmin, og á IMDb fær filmurin einans 6.8/10, sum er rættiliga lágt, havandi í huga hvussu nýggjur hann er.
Men eins og við Bohemian Rhapsody herfyri, so sýnast fólk ikki at taka metingarnar hjá filmsummælarunum til eftirtektar.
Netflix upplýsir á Twitter, at síðan Bird Box kom út á síðuna tann 21. desember, er filmurin streamaður ikki færri enn 45 milliónir ferðir.
Aldri áður hava so nógv fólk sæð ein film ta fyrstu vikuna, hann hevur verið á Netflix.
Kenda sjónleikarinnan Sandra Bullock hevur høvuðsleiklutin í Bird Box.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo