Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Feløgini sum luttaka eru Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Ljósið, Tvøroyrar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag  og Havnar Fimleikafelag.

Felagið skal vísa breiddina í felagnum, við at lýsa ársins evni "kongaríki". Evnið verður lýst við rørslum, ljósi, tónleiki og hugflogi.

Í alt eru tríggjar sýningar, ein leygardagin 25. januar kl. 15.00 og tvær sunnudagin 26. januar kl. 14.00 og kl. 17.00. Sunnudagin verður vinnarin kunngjørdur til seinastu sýningina.

Tað er eitt dómaratoymi við fólkum frá ymiskum listarligum umhvørvum og umboð frá luttakandi feløgunum.

Vinnarin í november 2017 var Fimleikafelagið Ljósið, tá var evni "ætt".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo