40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Borgarstjórin Heðin Mortensen handaði prógvini í gjárkvøldið, tá fimm nýggir klædnastylistar fingu handaði prógv í Posthúskjallaranum. Í stuttari røðu førdi borgarstjórin fram, at føroyska útbúgvingin er á sera høgum altjóða støði.

Borgarstjórin nevndi eisini, at hann við mongum øðrum fegnaðist um, at vit í Havnini kunnu bjóða eina tílíka útbúgving sum hesa.

- Tí eg skilji á øllum brøgdum, at vit ikki bara “eru við” - men at vit á hesum øki eru betri og í fleiri førum skara langt framúr, eisini á altjóða marknaðinum.

- Úrslitini hjá teimum 25, sum samanlagt hava hava tikið tikið útbúgving sum klædnastylistar, sum Sýran Design hevur staðið fyri, eru sjáldsama góð.

- Og tað er eisini gott hjá okkum at vita, at størri helmingurin brúkar sína útbúgving í sínum dagliga arbeiði, og at hetta tí í stóran mun eisini er eitt arbeiðsskapandi átak.

- Eg hoyri eisini, at próvdómarin, Siri Sørensen, sum er blaðstjóri á Kvinnu, sigur, at hon í fleiri førum metir úrslitið so gott, at tað er klárt at koyra í Vogue! Tað er jú bæði ótrúligt og gleðiligt í sjálvum sær!

- Herta er ein fjølbroyttur skari millum 16 og 63, sum hava verið leiddar gjøgnum hesa útbúgving av kønu hondum Katrinu í Geil. Við sær hevur hon eitt ótrúliga spennandi netverk og ráðgevar, sum hvør á sín hátt geva útbúgvingini innihald.

- Og úrslitið er ein útbúgving, sum byggir á objektivitet og kreativitet á høgum altjóða støði. Og stóran týdning man tað eisini hava, at vitanarstøðið innan sjálvt yrkið á henda hátt verður munandi hægri.

- Endamálið er sum kunnugt at menna kreativar og professionellar stylistar, sum hava neyðug amboð, vitan og førleikar at virka bæði í Føroyum og uttanlands.

- Málið er, at luttakararnir eru førir fyri at arbeiða professionelt sum stylistar eftir lokna útbúgving, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, áðrenn hann handaði prógvini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo