Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Badmintonsambandið: Hjá kvinnunum fáa føroyameistararnir úr KBF, Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen, møguleika at endurvinna meistarheiti, tá tær í tøttum tvey-settara 21-19, 21-18 vunnu hálvfinaluna ímóti Birnu Jacobsen og Miriam í Grótinum úr HBF. Í hini hálvfinaluni eydnaðist tað tvíburðasystrunum Sannu og Miu Thorkildshøj úr HBF at vinna 21-12, 21-17 á Ranju Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen úr KBF. Sostatt bresta Havnin og Klaksvíkin saman í ársins FM finalu í tvímansleiki hjá kvinnum leygardagin.

Hjá monnunum verða tað Jónas Djurhuus (HBF) og Árant á Mýruni (MBF), sum skulu spæla finalu ímóti Magnus Dal-Christiansen og Rúna Øster úr HBF. Jónas og Árant spældu seg í finaluna við at vinna 21-19, 21-18 á Leika Dal-Christiansen og Christian Berg Pedersen úr HBF. I hini hálvfinaluni taptu Fai Yin Wong og Jafet Rasmussen, ið var kosin ársins stjørnuskot í fjør, ímóti Magnus og Rúna í tveimum settum 21-15, 21-14.

Fríggjadagin skulu síðstu finalistarnir finnast, tá innleiðandi dystirnir í blandaðum tvímansleiki verða leiktir í Badmintonhøllini í Havn frá klokkan 16:30. Finalurnar byrja leygardagin klokkan 10, har KVF vísir beinleiðis sjónvarp frá finalunum í einmansleiki seinnapartin.

Á myndini síggjast saman við venjaranum Jonas Mikkelsen tey bæði pørini úr KBF, sum vóru við i hálvfinalunum hjá kvinnum í tvímansleiki: Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen, og Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen. Í fjør vunnu stórasystrarnar á lítlusystrunum í finaluni, men í ár skulu tær eldru spæla ímóti Sannu og Miu Thorkildshøj úr HBF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo