Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú fleiri lond mæla politikarum frá at brúka TikTok, eitt nú danska Fólkatingið eisini, spurdi VP tingforkvinnuna, Bjørt Samuelsen, hvussu støðan er í Føroyum.

- Løgtingið er partur at KT-skipan landsins, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av KT-trygdini hjá landinum.

- Frá Gjaldstovuni hava vit júst fingið eitt tilmæli um at strika appina TikTok á snildfonum og teldlum, sum eisini hava funkur og appir, ið verða brúktar í arbeiði, har landsnetið verður brúkt.

- Hetta tilmælið verður nú sent tingfólki, sigur Bjørt Samuelsen, tingforkvinna, við VP.

Víðari sigur tingforkvinnan, at hon hevur annars viðgjørt málið um TikTok við umsitingina, og verður málið tikið upp um KT-Trygd í einum víðari høpi.

- Eitt nú, hvat trygdarreglur um brúk av snildfonum, teldlum og teldum, sum verða brúktar í tingarbeiði, eiga at fevna um. Um netnýtslu heima og uttanlands, osfr.

- Løgtingið og nettrygd er á skránni fyri fundin í formansskapinum fríggjamorgunin.

At enda kunnar tingforkvinnan um, at fartelefonirnar hjá tingfólki eru privatar, ímeðan teldurnar eru amboð hjá Løgtinginum.

- Men óansæð, so brúka flestu tingfólk fartelefonina nógv í arbeiðshøpi, sigur Bjørt Samuelsen, tingforkvinna, at enda við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo