Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Figurativt og abstrakt er heiti á málningaframasýning hjá Finleif Mortensen sum letur upp í Smiðjuni í Lítluvík hósdagin 13. apríl kl. 16.00 - 20.00

Á framsýningini eru umleið 30 verk. Tað siðbundna myndaevni, Føroyska bygdalagið, verður endurgivið á ein frían og einfaldan hátt har litirnar flóta inn í hvønn annan og geva ein hugfarsliga løtumynd.

Tann føroysku náttúran, við gjáum, klettum, homrum og villum vøkstri gevur íblásr til nakrar abstraktar málningar, teir liva sítt egna lív og eru ikki bundnir av nøkrum ávísum motovi, men eru heldir ein sansalig uppliving í litum, formum og linjum sum Finleif fangar í gongutúrum í náttúruni.

Framsýningin er opin til týsdagin 18 apríl: frá kl. 13.00 - 19.00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo