Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Suksessupplivingar eru ikki nóg mikið til tess at geva lívinum eitt virði, heldur íslendski rithøvundurin Fríða Ísberg.

Í trý ár hevur hon givið út tríggjar bøkur.

Í ár var hon nominerað til bókmentavirðisløn Norðurlanda Ráðsins. Og so er hon bert 27 ára gomul.

Bók hennara 'Kláði', sum var tilnevnd, inniheldur 14 stuttsøgur, sum fáa tað at skriða í tí gerandisdegnum sum vit øll rutast í.

Ein stuttsøga er um parið, sum eru so óblúgv bæði, at tey ganga runt og fræta og stuttleika sær við at finna ymisk orð fyri rumpugassinum. Líka til tað verður ov nógv av tí góða við opinleikanum, tá ið hurðin ikki verður latin aftur á vesinum, tá ið tey skíta, og stórir hvítir døkkormar verða kroystir út undir tannbustingini. Tí hvussu fæst javnvág í ávíkavist kjerligan og drepandi intimitet í einum parsambandi?

Og so er eisini søgan um mammuna, hvørs elsti sonur er umtalaður í lokala miðlinum, tí hann hevur vunnið eina útlendska íverksetarakapping. Mamman vil so fegin at alt grannalagið sær greinina um sín dugnaliga son. Tíverri er postmaðurin sjúkur, so hon má sjálv runt við avísini og ger tað í loyndum. Tí tað er sera týðandi at hennara umheimur fær at vita, hvussu raskur sonur hennara er.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo