Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið Fiskavirkið við heimstaði í Norðagøtu hevði eitt gott ár í fjør, tá smáar fimm milliónir krónur lógu eftir í vinningi. Tað skal samanberast við 327 tkr árið frammanundan. 

Vit skulu heilt aftur til 2011 fyri at finna eitt líka gott ár sum tað í fjør, og í frágreiðingini sigur leiðslan seg vera hampuliga væl nøgda.

Høvuðsvirksemið er at keypa, hagreiða og selja fiskavørur, serliga saltfisk, og høvuðsmarknaðirnir eru Italia og Spania.

Seinastu árini hevur keyp av frystum fiski fylt meira, serliga frá norskum og føroyskum skipum. Hetta gevur meira støðuga framleiðslu enn um fiskurin verður keyptur feskur, sigur leiðslan.

Um framtíðina verður sagt, at seinastu árini hevur felagið keypt um 6.000 tons av ráfiski, og væntast hetta at halda fram í ár eisini.

Við árslok í fjør javnvigaði fíggjarstøðan við 103 mió kr, men skuldin fyllir eitt sindur og eginognin er einans góðar 13 mió kr.

Brandur Jacobsen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo