Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

- Fiskavirkisskipanin hevur gjørt, at smærru virkini hava havt støðugt arbeiðsfólk.

Soleiðis skrivar Gerhard Lognberg í einum stuttum lesarabrævi, ið hann nevnir “Álop á tey minnu virkini”.

Eg vil venda tí hinvegin: Tað er ábyrgdin hjá fiskavirkjunum – eisini teimum smærru – at tryggja síni arbeiðsmegi støðugt arbeiði, ið lønar seg. Um ikki hesi fiskavirki megna hetta, er eingin orsøk til at hava hesi fiskavirki, tí sannroynd er, at tað er meiri enn ríkiligt til av arbeiði í hesum landi, eisini fyri ófaklærd. Eisini eru fleiri aðrar vinnugreinar, ið beinleiðis skríggja eftir arbeiðsmegi.

Tað gevur onga meining at fasthalda arbeiðsmegi í virkjum, ið tørva stuðul úr Fiskavirkisskipanini fyri at halda seg koyrandi, tá vit hinvegin mugu innflyta útlendingar í hópatali fyri at halda samfelagshjólini malandi. Hetta er mótstríðandi politikkur.

Av røttum átti Fiskavirkisskipanin at verið avtikin sum skjótast. Hon er ein óneyðug leivd frá eini farnari tíð. Hetta er eisini lagaliga løtan av avtaka hana, tí arbeiðsloysið er framvegis metlágt, tó nakað hægri í Sandoy og Suðuroy enn í øðrum økjum av landinum. Møguleikarnir hjá arbeiðsmegini at tillaga og umstilla seg eru søguliga góðir.

Viðvíkjandi Sandoynni, ið er í einum fløskuhálsi, so verður hesin proppurin trektur av tann dagin Sandoyartunnilin er opin fyri almenninginum. Til ta tíð ber til at klára seg við Strandferðsluni.

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo