40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til § 52a fyrispurning nr. 52-120/2020 frá Una Rasmussen, løgtingsmanni, um fiskiskapin eftir tunfiski

Spurningar:

1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er grundarlag fyri at skipa fyri royndarfiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjóøki?

2. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at skipa fyri royndarfiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjóøki?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at áseta eina felagskvotu av tunfiski í føroyskum sjóøki?

Svar til spurning 1 og 2.
Árini um aldaskiftið varð skipað fyri fiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi – bæði við føroyskum skipum og í samstarvi við skip úr Japan. Japansku skipunum varð givið loyvi at fiska av kvotuni, sum Japan hevði fingið tillutað gjøgnum ICCAT, sum er altjóða tunfiskafelagsskapurin.

Eftir nøkrum árum var kortini givist við fiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Hesi árini fiskaðu føroysk skip eisini tunfisk í altjóða sjógvi.

Fiskimálaráðið hevur umsóknir um fiskiskap eftir tunfiski til viðgerar.

Hesar verða viðgjørdar samsvarandi ásetingum í § 50 í sjófeingislógini. Føroyingar hava rætt at troyta og gagnnýta tað tilfeingi, sum er í føroyskum sjógvi, her undir eisini tunfisk.

Á hesum grundarlagi er møguleiki at skipa fyri fiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi.

Fiskiskapur eftir tunfiski í altjóða sjógvi verður skipaður sambært samtyktum gjørdar í ICCAT. ICCAT hevur reglur, sum eisini fevna um møguleikar at selja tunfisk.

Tá Føroyar ikki eru partur av ICCAT, kunnu tað vera avbjóðingar at selja tunfisk, sum føroysk skip hava fiskað antin í føroyskum ella í altjóða sjógvi.

Svar til spurning 3.
Tað er ikki hugsanin í fyrsta umfari at seta nakra ávísa kvotu í sambandi við møguligan royndarfiskiskap eftir tunfiski í føroyskum sjógvi.

Upplýsast kann, at í fiskiskapinum eftir tunfiski um aldaskiftið, vórðu millum 160 og 240 tons veidd árliga í føroyskum sjógvi.

Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo