Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Fiskivinnuuppskotið hjá Høgna Hoydal eigur ongan góðan.

Øll, sum hava fingið uppskotið fyrilagt, hava mælt frá at tað verður samtykt.

Serfrøðingabólkurin mælti eisini frá at seta í verk eina uppboðssøluskipan.

So hvørt sum onkur skeivleiki er ávístur, er uppskotið snikkað til, roynt hevur verið at hampa um, og onkur hol eru tipt.

Semjan á Seglhúsloftinum skeiklaði uppskotið fullkomuliga frá upprunaliga uppskotinum og viðgerðin í Vinnunevndini vísti, at uppskotið snøgt sagt ikki hongur saman.

Einar 42 lógarbroytingar vóru kravdar, og tingformaðurin sá seg noyddan at senda tingið til hús.

Uppskotið var bæði politiskt og juridiskt óbúgvið, segði tingformaðurin.

Fiskivinnuuppskotið minnir okkum á, hvat úrslitið verður, tá ið bygt verður uttan nakra tekning, uttan mið og mál - uttan klokkuklárar mannagongdir, treytaleyst nærlagni og rættstundis umhugsni.

Eitt dømi um hetta sama var kenda "Lykkenborg" í Miðvági, sum er avmyndað omanfyri.

Byggiharrin bygdi sær sína egnu lykkenborg.

Og tóktist at halda:

Øll hini taka feil, eg havi røttu loysnina, hetta er mítt hús, her verður einki broytt!

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo