40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Fríggjadagin 14. oktober 2022 kl. 15-16.30 verður stóra Fjølmentanarvikan sett í Norðurlandahúsinum við vælkomu, livandi tónleiki, dansiframførslum og góðum mati.

Fjølmentanarvikan, á enskum: Multicultural Week, er eitt landsfevnandi átak, sum hevur til endamáls at fagna fjølmentan í Føroyum.

Fjølmentanarvikan er fyri øll. Tú kanst luttaka við at gera títt egna tiltak ella átak hesa vikuna. Tú kanst eisini luttaka saman við vinum, familju, starvsfelagum og øðrum, sum hava hug til at uppliva nakað nýtt, forkunnugt ella bara eitt sindur øðrvísi. Eisini kann tín skúli ella títt arbeiðspláss leggja eitt tiltak til rættis hesa vikuna. Tín kommuna er eisini boðin at luttaka og verður møguliga karmur um okkurt tiltak á Fjølmentanarvikuni.

Skrá fyri setanina fríggjadagin 14. oktober
Frá klokkan 15-16.30 er skráin hendan:

- Silvitni framførir tvey løg

- David Im úr Útlendingastovuni og Fía Lindenskov, integratiónssamskipari í Tórshavnar kommunu, bjóða vælkomin

- Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í Umhvørvis- og vinnumálum sigur nøkur orð

- Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur nøkur orð

- Bipasha Das framførir klassiskan indiskan dans

- Fía Lindenskov og David Im greiða frá um Fjølmentanarvikuna og leggja skránna fram

- Gospelkórið Brak syngur

- Ábit

- Ukrainskur gittartónleikur við Aleksandr Shvets

Les meira og tak lut í Fjølmentanarvikuni
Tú kanst lesa nógv meira um Fjølmentanarvikuna á temasíðum okkara, sum finnast á føroyskum og enskum. Her kanst tú lesa almennu skránna, skráseta títt tiltak ella senda okkum góð hugskot til hugskotskjáttuna, sum er eitt savn av góðum hugskotum til ítriv, spøl og tiltøk, ið kunnu brúkast á Fjølmentanarvikuni í ár og komandi ár. Ætlanin er nevniliga, at Fjølmentanarvikan verður eitt afturvendandi átak.

Føroysku og ensku temasíðurnar finnur tú her:

Kom við á Fjølmentanarviku 2022!

Join us for Multicultural Week 2022!

Fjølmentanarvikan er eisini á Facebook og Instagram:

Fjolmentanarvikan2022 (Facebook)

Multiculturalweek2022 (Instagram)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo