Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fjølmiðlanevndin: Fjølmiðlanevndin hevur, síðani hon varð sett á stovn í 2006, verið undir virkisøkinum hjá Føroya Kærustovni, sum eitt nú hevur umsitið skrivstovuhald, innkomnar kærur o.a. fyri nevndina. Men síðani 1. januar í ár hevur nevndin virkað leys av Føroya Kærustovni, og umsitur nevndin nú sostatt sítt egna skrivstovuhald, kærur vm.

Í hesum sambandi hevur nevndin fingið nýggja heimasíðu – www.fjolmidlanevndin.fo, og kærur skulu frameftir sendast beinleiðis til nevndina.

Á nevndarfundi herfyri hevur nevndin eisini umskipað seg. Jan Sjóstein, løgfrøðingur, sum hevur verið formaður í nevndini seinastu seks árini, er farin frá sum formaður og er nú vanligur limur í nevndini. Forkvinna í nevndini er nú Ingrid Bjarnastein, journalistur. Ingrid hevur sitið í Fjølmiðlanevndini síðani 2017. Hon hevur drúgvar royndir í føroyska miðlaheiminum og starvast í løtuni hjá Atlantic Airways, har hon eitt nú er redaktørur á blaðnum Atlantic Review. Hetta er fyrsta ferðin, síðani nevndin varð sett á stovn, at ein journalistur er forfólk í Fjølmiðlanevndini.

- Eg eri sannførd um, at tað hevur týdning at hava eina Fjølmiðlanevnd, eisini hóast vit ikki fáa so nógvar kærur. Tað er umráðandi, at borgarar og onnur, ið kenna seg hava verið fyri órøttum í miðlunum, hava ein myndugleika at kæra til. Tó er ongin loyna, at nevndin seinastu árini ikki hevur verið so sjónlig, og tað kundu vit hugsað okkum at broytt. Eisini treingja leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið, sum er sjálvt virkisøkið hjá nevndini, at vera dagførdar, so tær samsvara tann miðlaveruleika, vit liva í í dag millum annað við teimum talgildu miðlunum. Hesar dagføringar ætlar nevndin at fara undir í næstum í samstarvi við eitt nú Føroysk Miðlafólk og føroysku miðlarnar, sigur nývalda forkvinnan, Ingrid Bjarnastein.

Fjølmiðlanevndin viðger kærur um brot á góðan fjølmiðlasið og rættin hjá teimum, ið verða viðgjørd í fjølmiðlunum, at svara aftur. Í nevndini, sum verður sett fyri fýra ár í senn, sita Ingrid Bjarnastein, forkvinna, tilnevnd av felagnum Føroysk Miðlafólk, Jan Sjóstein, løgfrøðingur, tilnevndur av landsstýrismanninum í lógarmálum, Sigurjón Einarsson, journalistur, tilnevndur av leiðslunum á redaktiónunum, og Anna Paulina Leo Olsen, akademiskur fyrisitari, tilnevnd av Fróðskaparsetri Føroya umboðandi almenningin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo