Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

FK: Mikudagin 31. januar 2024 steingir Føroya Keypssamtøka deildina í Saltangará. Handilin hevur verið partur av Føroya Keypssamtøku síðani 1989, men seinastu árini hevur verið trupult at fáa rakstur í vegna ónøktandi hølis- og atkomuviðurskifti. Í løtuni eru tíverri ikki útlit til at vend kemur í raksturin. Tískil er avgerð tikin um at steingja handilin, sigur Jákup Mørkøre, formaður í Føroya Keypssamtøku (FK).

“Avgerðin at steingja handilin í Saltangará hevur ikki verið løtt, men hon er neyðug. Ótíðarhóskandi hølisviðurskifti og parkeringsumstøður hava seinastu mongu árini elvt til, at trupult hevur verið at fáa rakstur í handilin, hóast leiðari og starvsfólk hava gjørt alt, tey kunna. Sum støðan var vorðin, hevði tað verið ábyrgdarleyst at rikið handilin víðari,” sigur Jákup Mørkøre.

Øll 17 starvsfólkini í FK Saltangará, harav 1 fulltíðarstarv, hava í dag fingið handað uppsagnarskriv. Í sambandi við uppsagnirnar hevur FK ráðført seg við avvarandi fakfeløg, ALS og Vinnuhúsið.

Leiðsla og stjórn í Føroya Keypssamtøku ynskja at takka deildarleiðaranum, Ingun Davidsen, og starvsfólkunum í handlinum í Saltangará fyri einastandandi trúskap og hart arbeiði hesi árini. Teirra íkast eigur stórt rós uppiborið, men tíverri krevja umstøðurnar, at vit taka hesa avgerð, sigur Jákup Mørkøre.

Samstundis hevur FK gjørt avtalu um tættari samstarv við COOP Danmark til tess at tryggja betri rakstur, øktar førleikar og hjálp í sambandi við nýskipan av bygnaðinum og dagføringar av Føroya Keypssamtøku og deildunum hjá FK.

“Vit eru farin í gongd við eina tilgongd saman við COOP Danmark, sum hevur til endamáls at skipa bygnaðin fyri Føroya Keypssamtøku og tær seks eftirverandi deildirnar av nýggjum. Vit hava tørv á einum sterkum samstarvsfelaga, sum kann økja um leiðslu- og rakstrarførleikarnar, soleiðis at raktsurin av FK kann bøtast og samtakið endurnýggjast. Tískil hava vit gjørt eitt tættari samstarv við COOP Danmark í eitt tíðarskeið frameftir,” sigur Jákup.

Súsanna Poulsen fer frá sum stjóri í FK
Í sambandi við arbeiðið at umskipa bygnaðin av Føroya Keypssamtøku, er avtala gjørd við Súsannu Poulsen, at hon fer frá sum stjóri. Nýggjur stjóri er Kristian Wolsing frá Coop Danmark, sum verður fyribilssettur stjóri. Kristian Wolsing hevur seinasta hálvtannað árið arbeitt sum rakstrarráðgevi hjá FK. Súsanna Poulsen heldur fram sum serligur ráðgevi hjá FK, og skal verða við til at tryggja eitt lagaligt skifti frá verandi støðu til ein nýggjan komandi bygnað fyri Føroya Keypssamtøku.

“Eg vil fegin takka Súsannu Poulsen fyri hennara ídni og stóra arbeiði, síðani hon kom í starv hjá FK hin 1/6 í 2022. Eg gleðist eisini um, at hon átekur sær at arbeiða sum ráðgevi komandi mánaðirnar til tess at tryggja dagliga raksturin, samstundis sum vit arbeiða mótvegis eini varandi framtíðarloysn. Eg fari eisini at takka Kristian Wolsing, bæði fyri arbeiðið, hann hevur lagt í Keypsamtøkuna higartil og fyri at siga ja til at hjálpa okkum við at menna, styrkja og dagføra Føroya Keypssamtøku”, sigur Jákup Mørkøre, formaður.

Endaliga uppskotið um ein nýggjan bygnað fyri Føroya Keypssamtøku og ymsu deildirnar undir FK, verður viðgjørt á komandi aðalfundi.

Um Føroya Keypssamtøku
Føroya Keypssamtøka varð stovnað í 1965 sum ein samanrenning av trimum lokalum keyps­sam­­tøkum, tá ið Havnar Keyps­sam­tøka frá 1952, Klaks­víkar Keyps­sam­tøka og Fuglafjarðar Keypssamtøka, báðar stovn­aðar í 1961, valdu at leggja saman til eina størri eind undir navninum Føroya Keypssam­tøka, í dag­igari talu nevnd FK.

Eftir at handilin í Saltangará er latin aftur, eru FK-handlar í Fuglafirði, Klaksvík, Miðvági, Hoyvík, Tórshavn og Trongisvági.

Føroya Keypssamtøka er eitt luta­felag, sum limirnir eiga. Allar ognir, ið fyri­tøkan eigur, eru ogn hjá lim­unum, sum í løtuni eru 14.500 í tali. FK er 100% føroysk, men samstarvar um vøruinnkeyp, úrval og annað við altjóða felagið COOP.

Limirnir atkvøða árliga, hvør skal sita í stjórnini.

Eitt møguligt yvirskot í FK verður ikki býtt út til parta­eigarar, men kemur limunum og viðskiftafólkunum í FK til góðar. FK hevur sum mál at ganga á odda og vera sjónlig í samfelagnum, serstak­liga í sam­bandi við vistfrøði, um­hvørvi og ábyrgdar­fulla sølu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo