Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Á hálvfjerðsinstjúgunda sinni skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi á Vaglinum í Havn Flaggdagin 25. apríl kl. 15.

Hendan hátíðardag verður Merkið vundið á stong, og vit minnast, at Merkið tann 25. apríl 1940 varð viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga. Siðvenjan við Flaggdagshaldið á Vaglinum hevur verið fastur táttur á hvørjum ári síðani 1947.

Skrúðgongan byrjar kl. 15, har Havnar Hornorkestur og skótarnir í Havn marsjera. Gingið verður úr Kommunuskúlagarðinum oman á Vaglið.

Røðari í ár verður Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Um at halda flaggdagrøðuna í ár, sigur Jóhanna soleiðis: ”Føroyar er okkara grundarsteinur, og Merkið er okkara felags mynd – tískil er tað mær ein stórur heiður at halda flaggdagsrøðuna í ár.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo