Fróðskaparsetrið: Tað eru bar tríggjar oyggjar, har hann enn ikki er komin. Tær eru Koltur og Stóra- og Lítla Dímun.
Í vár fór Fróðskaparsetrið undir ein verkætlan at skráseta, hvussu flatmaðkurin hevur spjatt seg kring Føroyar. Tað gongur framá við kortleggingini, men enn mangla upplýsinga frá 49 bygdum kring landið.
Gott hevði tí verið, um fólk lótu frætta frá sær, og sent upplýsingar til nær flatmaðkurin er komin til teirra bygd. Upplýsingarnir kunnu sendast til Eyðfinn Magnussen við telduposti (eydfinnm(at)setur.fo), á Messenger ella ringja á fartel 265831.
Skriva hvørja bygd talan er um, og hvat ár flatmaðkurin kom. So savna vit allar upplýsingarnar saman, og seta bygd og árstal á Føroyakortið.
Tit eru eisini vælkomin at skriva, um flatmaðkurin IKKI er í tykkara bygd. Um tit halda, at onkrir av upplýsingunum, sum standa á kortunum niðanfyr, eru skeivir, eru tit eisini vælkomin at koma við rættingum til kortini. Fólk kunnu hava tikið feil við árstølum, ella at flatmaðkur er summastaðni í einari bygd, ella hevur verið, men finst ikki aðrastaðni í bygdini. EINGIR UPPLÝSINGAR ERU SKEIVIR. Vit taka gleðiliga í móti øllum tí, sum tit vita.
ÚRSLITINI HIGARTIL
19. mai hevði Eyðfinn Magnussen eina lýsing á Facebook, har hann heitti á fólk um at skriva, nær flatmaðkurin er komin til tey ymisku støðini ella bygdirnar í Føroyum.
- Fólk hava verið røsk at koma við upplýsingum, og higartil havi vit fingið meira enn hundrað fráboðanir frá fólki kring alt landið, sigur Eyðfinn.
Upplýsingarnar eru vístar á kortunum niðanfyri, men enn mangla vit upplýsingar um flatmaðk í 49 bygdum í Føroyum. Hesar eru vístar við GULUM tríkantum á kortunum.
• REYÐU prikkarnir vísa, hvar flatmaðkur er í dag, og hvat ár hann er komin til tær ymisku bygdirnar. Higartil hava vit skrásett flatmaðk í 65 bygdum.
• BLÁU prikkarnir vísa bygdir, har fólk siga, at eingin flatmaðkur er. Higartil hava vit skrásett, at EINGIN flatmaðk er í 14 bygdum.
Til ber at lesa meira um flatmaðk í Føroyum, og um okkara verkætlan á Facebook-leinkinum: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo