Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sámal Erik Hentze, venjari hjá U21-landsliðnum - Mynd: Bjarni Enghamar

Sámal Erik Hentze, venjari hjá U21-landsliðnum - Mynd: Bjarni Enghamar

Sámal Erik Hentze, venjari hjá U21-landsliðnum - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Venjarin hjá U21-landsliðsnum, Sámal Erik Hentze hevur verið noyddur til at gera tvær broytingar afturat í hópinum, sum skal møta Ísrael og Norðurmakedónia.

Leygardagin var kunngjørt, at Jákup B. Andreasen bleiv ryktur upp á A-landsliðið, og nú er greitt, at Mórits Heini Mortensen ikki fær spælt vegna skaða í økslini. Í staðin hevur U21-venjarin boðsent Janusi Svabo Samuelsen úr AB, og Noah Mneney úr Víkingi.

Mikudagin 2. september spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst ímóti Ísrael, og vikuna eftir, tann 8. september er Norðurmakedónia mótstøðuliðið. Báðir dystirnir verða á Svangaskarði á Toftum, og byrja klokkan 17:00.

Føroyar eru í bólki 6 í EM-undankappingini fyri U21-landslið. Úrtøkan higartil hevur verið heldur soltin. Føroyska liðið hevur spælt fýra dystir, og hevur framvegis fyrsta stigið til góðar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo