40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tøl frá Hagstovuni vísa, at við ársbyrjan í ár vóru "einans" 95,4% av íbúgvunum í Føroyum skrásettir sum danskir ríkisborgarar.

So lágt hevur hetta talið ongantíð áður verið.

Í 1985 var hetta talið 99,2%, í ár 2000 var tað 98,8%, og síðan tá hevur tað verið spakuliga, men støðugt fallandi.

2.464 av teimum til samans 53.653 íbúgvunum, sum vóru skrásettir at búgva í Føroyum tann 1. januar í ár, vóru ikki skrásettir sum danskir ríkisborgarar.

Hagstovan skrivar um allýsingina av einum donskum ríkisborgara, at "flest teirra, ið eru fødd í Føroyum, verða skrásett sum danskir ríkisborgarar."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo