Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á fólkatingi: 42% av føroyingum halda, at myndugleikarnir eiga at seta strangari krøv til útflutningsfyritøkur um, hvønn tær útflyta til. Tað vísir Spyr.fo kanning, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur gjørt.

35% taka tó ikki undir við hesum, og heili 23% siga seg ikki vita.

Eftir russisku innrásina í Ukraina hevur verið nógv kjak um føroyska útflutningin til Russlands. Eisini hava ES-lond stundum átalað, at so stórur partur av okkara útflutningi fer til Russlands, og í seinastuni hava ákoyringar á føroysku myndugleikarnar verið úr Bretlandi og Danmark.

Nú eru føroyskar fyritøkur, sum fyribils hava valt russiska marknaðin frá. Men eftirspurningurin úr Russlandi er sum heild eisini minkaður eftir innrásina.

Eiga vit at velja ávísar marknaðir frá? Hvussu er samanrenningin millum virðir og handil? Og fara virðir at fylla meira í uttanríkis- og handilspolitikki komandi árini?

Hesi eru millum evnini, sum verða sett á skrá á ráðstevnuni ”Sig mær hvørjum tú fylgist við” mikudagin 04 mai kl. 15.00 á Hotel Føroyum. Ráðstevnan er ókeypis, tó er neyðugt at melda seg til á facebook ella við at senda mail til jf(at)ft.dk í seinasta lagi mánadagin 02 mai.

Meira um ráðstevnuna: TRÝST HER

Tað er Javnaðarflokkurin á fólkatingi, sum skipar fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo