Tórshavnar býráð fer nú at seta gongd á fleiri stórarbeiði í Gundadali komandi árini. Byggingin av Tórsvølli verður skjótt liðug og seinni í ár verður spakin settur í nýggja langhylin.
Á býráðsfundinum hesaferð skal støða takast til at skifta graslíkið á Tórsvølli og Ovara vølli, sum báðir eru slitnir og standa til at missa neyðugu góðkenningarnar til altjóða dystir.
Umframt at skifta graslíkið, skal nýggj sprinklaraskipan leggjast í Ovara vøll og nýggj ljósskipan setast upp, ið lýkur krøvini frá FSF. Ætlanin er at skifta graslíkið og leggja sprinklaraskipanina í vøllin í ár og at gera ljósskipanina lidna næsta ár.
Ætlanin er eisini at útvega nýggjar talgdildar máltalvur bæði á Tórsvølli og Ovara vølli. Í fjør varð Svimjihøllin bundin í fjarhitaskipanina. Bygningarnir á Tórsvølli eru eisini bundnir í fjarhita, og ætlanin er nú at knýta FIMI og aðrar bygningar í Gundadali í fjarhitaskipanina.
Herfyri varð landsdystur á Tórsvølli avlýstur, tí frost var á vøllinum. Hitarør eru løgd í vøllin, og nú verður fjarhiti bundin í. Umframt at tryggja, at spælast kann alt árið, verður munandi lættari at gera vøllin kláran í kuldaveðri bæði til venjing og dyst.
Í sambandi við, at Tórsvøllur verður liðugt bygdur, verður Niðari vøllur tøkur aftur í fullari stødd. Ætlanin er at skifta graslíkið har næsta ár. Graslíkið inni í Vika á Argjum ætlast skift í 2022, samstundis sum nýggj ljósskipan eisini verður sett upp har.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo