Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaðurin: Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað er á Íslandsrygginum og byrjaði í gjár. Helst fer onkur avstað í næstum. Eitt frystilínuskip er á Flemish Kap, fimm fiska við Føroyar, eitt er á beding og eitt liggur við bryggju.

Streymurin er brúkiligur og veðrið verður gott, so fiskamarknaðurin roknar við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Tey fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa. Væntandi fara fleiri út á Føroya Banka um vikuskifti.

Ein ísfiskatrolari og ein frystitrolari fiska svartkalva í bretskum sjógvi. Hinir liggja við bryggju.

Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk og so eru tvey pør og ein trolari á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er ójavnt.

Bara ein trolbátur er til fiskarí. Hann er á landleiðini og kemur at landa síðst í vikuni. Væntandi fara nakrir avstað í næstum.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo