Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

U13-dreingirnir hjá HB syrgdu fyri tveimum gull til Havnar Bóltfelag í 2021 - Mynd: Bjarni Enghamar

U13-dreingirnir hjá HB syrgdu fyri tveimum gull til Havnar Bóltfelag í 2021 - Mynd: Bjarni Enghamar

U13-dreingirnir hjá HB syrgdu fyri tveimum gull til Havnar Bóltfelag í 2021 - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Hóast stórar avbjóðingar orsaka av koronafarsóttini, eydnaðist kappingarárið 2021 sera væl.

Longu seinasta dag í februar varð Stórsteypadysturin á skránni, og síðan bleiv spælt uttan íhald til 4. desember, tá vinnarin av Løgmanssteypinum var funnin.

Og við 12 heiðursmerkjum í alt, gjørdist Havnar Bóltfelag mest vinnandi felag í hesum árinum. HB vann sjey gull, fýra silvur og eitt bronsuheiðursmerki.

KÍ, sum vann bæði Betri Deildini hjá monnum og Betri Deildini hjá kvinnum, vann tilsamans 11 heiðursmerki. Klaksvíkingar vunnu fimm gull, fimm silvur og eina bronsu.

Triðflest heiðursmerki, níggju í alt, vann Víkingur. Liðið úr Eysturkommunu vann eina gull, fimm silvurkrónur og tríggjar bronsu.

Samlaða yvirlitið yvir heiðursmerkjabýtið í júst farna kappingarári sæst H E R

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo