40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Kappingarárið 2022 er endað, og medaljur og steyp eru komin í hús hjá 14 av teimum 18 feløgunum, ið eru partur av Fótbóltssambandi Føroya. Og sum heild gekk væl at avgreiða allar kappingarnar, sum FSF hevur skipað fyri í ár.

Longu seinasta vikuskiftið í februar var Stórsteypadysturin hjá monnum á skránni, og síðan varð spælt uttan íhald til síðst í oktober, tá steypavinnararnir hjá bæði kvinnum og monnum vórðu funnin á Tórsvølli við yvir 4.000 áskoðarum.

Og við ellivu heiðursmerkjum í part, vunnu HB og Víkingur flest medaljur í 2022. Teir reyðu og svørtu í Gundadali vunnu seks gull, tvær silvur og tríggjar bronsu, meðan liðið úr Gøtu og Leirvík vann fimm gull, fýra silvur og tvær bronsu.

Klaksvíkingar, sum aftur í ár vunnu bæði Betri Deildina hjá monnum, og Betri Deildina hjá kvinnum, fóru avstað við fýra gull, fimm silvur og einari bronsu.

Samlaða heiðursmerkjabýtið fyri lands- og steypakappingar 2022 sæst H E R

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo