Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Um tað mundið, tá ið Glasir skuldi avhendast og takast í brúk, var rættiliga nógvur aktivitetur og nógv skuldi fáast liðugt, so næmingarnir komu í ein so lidnan skúla sum gjørligt.

Og tí var tað VP spurdi Landsverk, um avhendað var við allar undirveitararnar eisini, áðrenn Landsverk avhendaði skúlan.

Í svari til VP sigur Landsverk, at “flestu arbeiðstøkurnar hjá undirveitarum vóru avhendar, tá Glasir var avhendað og tikið í brúk”.

Hetta kann tykjast løgið, tá hugsað verður um, hvussu stór eykarokningin er – í løtuni mett til umleið 50 mió. krónur – sum enntá er fyri arbeiðir og/ella veitingar, har eingin heimild og løgtingsjáttan er aftanfyri.

Enn er endaliga rokningin fyri Glasir ikki gjørd upp, og spennandi verður at hoyra endaliga kostnaðin fyri verkætlanina, tá tann seinasta rokningin er komin undan kavi.

Eitt er tó púra vist, og tað er, at tað ikki vera onnur enn føroysku skattgjaldararnir, ið sleppa at rinda stóru eykarokningina viðvíkjandi vanstýrdu byggingini við Marknagil. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo