Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í hesi vikuni, kemur út ein nýggj andalig fløga undir heitinum Tú Leitar.

Tað serstaka við hesi fløgu er, at hon er ókeypis og kemur sostatt ikki út í nakrar sølubúðir.

Tað er Eyðun Jacobsen sum er stigtakari og samskipari av fløguni.

Fløgan inniheldur 18 skeringar. Sangirnir vera sungnir av ymiskum  bólkum og eistaklingum.

Tey sum luttaka á fløguni eru: Ólavur á Váli Olsen, Svein í Prestgarði, Kvartettin í Betesda, Petur Hans Hansen, Terje B Vestergaard, Tóra við Keldu, Oasubrøður, Hervør Sabina á Torkilsheyggi, Bill Justinussen, Pauli Høj, Torkil Mørkøre, Kristina N Hansen, Eyðun Jacobsen, Blátt Gras, Lisa Frederiksberg, Zamar, Vitin og Magni Cristiansen.

Tónleikurin er innspældur í Crossroads Studio, Arden NC í USA, meðan røddirnar eru innsungnar í Føroyum.

Í samband við fløguútgávuna, verður ein útgávuløta í Kelduni, Skálabotni, sunnukvøldið 15 apríl kl 20, har fleiri av teimum sum eru við á fløguni koma at luttaka.

Tað verður ókeypis atgong, tó verður ein innsavnan til átakið.

Fleiri upplýsingar um fløguna finnast á www.facebook.com/tuleitar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo