Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Aftur í dag møta føroysku kvinnurnar einum krútsterkum liðið. Miðalhæddin í álopspartinum á rumenska liðnum er 184 cm. Flestu leikararnir á rumenska liðnum hava sína dagligu gongd í bestu deildini í Rumenia, men einstakar leika í bestu italsku deildini, sum er mett sum hin besta í heiminum.

Avbjóðingin hjá føroysku kvinnunum í byrjanini av dystinum móti Kroatia var allarhelst mental og ikki teknisk, tí hetta var fyrsta ferðin at leikararnir møttu so sterkari mótstøðu. Tá hendan avbjóðingin hevði lagt seg og kvinnurnar sóðu seg hava møguleika at vinna teir bóltar, sum tær vanliga gera, gjørdist dysturin ein annar.

- Hendan gongdin skal halda áfram í dystinum móti Rumenia, sigur Lars Engel, høvuðsvenjari. Vit skulu hava eitt munandi betri úrslit í hesum dystinum enn ímóti Kroatia og so skulu vit vinna sett ella dyst ímóti Ísrael.

Dysturin verður leiktur kl. 19.00 í høllini á Nabb og atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo ella við dyrnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo