Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Til øll feløgini!

Flogbóltssamband Føroya hevur í allari tilgongdini viðv. korna-virusinum havt nógv samband við avvarðandi myndugleikar.

Nú støðan er vorðin álvarsligari, setur Flogbóltssamband Føroya hesi átøk í verk alt fyri eitt galdandi næstu 2 vikurnar fyri fyrst. Tað er frá í dag 12. mars og til 26. mars fyri fyrst:

• Allir landskappingardystir verða útsettir - FBF loyvir ikki feløgunum at leika nakrar landskappingardystir næstu tvær vikurnar. Hetta galdandi frá nú og í 2 vikur. EINGIR DYSTIR SKULU LEIKAST!

• Allar kappingar fyri yngri deildir verða avlýstar - tað merkir, at ætlaða kappingin 21. mars í høllini á Hálsi er avlýst

• Allar landsliðsvenjingar verða avlýstar

• FM-yngri stendur at vera 27., 28. og 29. mars. Enn er støða ikki tikin til, hvussu verður við tí, men alt bendir á, at FM-yngri má flytast. Nærri boð verða givin um tað í næstum

• Flogbóltssamband Føroya heitir inniliga á øll feløgini at steðga allari venjing í øllum deildum frá í dag og í 2 vikur fyri fyrst. 

Alt tað, ið her er nevnt, er gjørt í samstarvi við myndugleikarnar og ÍSF. 

Flogbóltssamband Føroya

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo