Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Á Kambsdali tók ÍF ímóti Mjølnir. Liðini liggja á odda í lands – og steypakappingini, so eftir øllum at døma, átti hesin dysturin at gerðast spennandi.

Mjølnir legði væl út og vunnu 1. Settið. Teir spældu væl og kontant. Blokkurin stóð sum ein múrur fyri álopunum hjá ÍF.

Annað settið kom ÍF betur frá byrjan, og spældu teir væl og fjølboytt. Seliga var tad miðjan hjá ÍF, sum gjørdist meira sjónlig á vøllinum. Teir vunnu settið trygt.

3. settid gjødist eisini javnt og spennandi. ÍF vann settið. Nú varð stødan 2 – 1 til heimaliðið.

4. settid varð merkt av,at Mjølnir broytti upptilling. Tað góða flogbóltspælið dalaði nakað. Liðini gjørdu nógvar feilir. Tá avtornaði, vann ÍF settið og sostatt dystin 3-1.

Semifinalurnar verda leiktar 13. februar í Klaksvík.

ÍF kemur at spæla ímóti SÍ. Mjølnir spælir ímóti Fleyr, sum vann sín dyst 3-0 móti SÍ.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo