Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mik 11/03-20 Dráttur-Fleyr Kl. 20.00

Mik 11/03-20 Mjølnir-KÍF Kl. 19.00

...

Nr. 1 og 2, Mjølnir og KÍF, møtast mikukvøldið í Klaksvík, og fær KÍF 3 stig burturúr, so skulu fá fet gangast aftrat, áðrenn liðið stendur á fína finalugólvinum í Havn 3. og 4. apríl. Teir báðir seinastu dystirnir hjá KÍF, eftir hendan, eru heima ímóti TB og Drátti. Fær KÍF hinvegin einki burturúr, so naspar Dráttur finaluplássið í sín part, um 3 stig verða vunnin í dystinum ímóti Fleyr. 


Fyri Fleyr hevur TB kostað teimum dýrt í ár. TB hevur fingið 5 stig til samans, og øll eru tey vunnin ímóti Fleyr. Átti Fleyr hasi 5 stigini aftrat, so var Fleyr í sera góðari støðu á næstfremsta plássi við 23 stigum. Men so er ikki. Fleyr er nummar fýra, men enn er ikki heilt ógjørligt at røkka finaluni. Men so krevjast trý stig ímóti Drátti mikukvøldið - og trý stig aftrat í hvørjum av teimum báðum  seinastu dystunum ímóti SÍ og Mjølni. So endar Fleyr á 27 stigum. 

Men hesum ætlar Dráttur tó at steðga longu mikukvøldið. Og sum nevnt omanfyri, vinnur Dráttur sær trý stig, so liggur liðið á finaluplássi, um KÍF ikki fær stig ímóti oddaliðnum Mjølni. 

Hópin av øðrum matematiskum møguleikum eru. Ein teirra er, at støðan sær soleiðis út eftir dystirnar mikukvøldið:

Lið - Dystir / Stig
Mjønir  12  / 25
KÍF 13 / 25
Dráttur 12 / 22

Tað hendir um Dráttur og KÍF vinna sínar dystir 3-0.

Støðan kann eisini síggja soleiðis út:
Lið - Dystir / Stig
Mjølnir  -  12 / 28
KÍF  - 13 / 22
Fleyr -  13  / 21
Dráttur - 12 / 19
Tað hendir um Fleyr og Mjølnir vinna 3-0.
Liðini spæla tilsamans 15 dystir hvør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo