Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Álit í løgtingsmáli nr. 121/2021: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (At taka loftrúm og flogferðslu undir føroyskt ræði)

Høgni Hoydal hevur vegna Tjóðveldi lagt málið fram tann 7. mars 2022, og eftir 1. viðgerð 11. mars 2022 er tað beint Uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 30. mars og 6. og 20. apríl 2022.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Landsverk, Atlantic Airways, Oddmar Kruse, MRCC, Árna Skaale, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og Magnus Rasmussen, landsstýrismann í umhvørvis- og vinnumálum.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í tríggjar minnilutar.

Ein minniluti (Bill Justinussen, Frimodt Rasmussen og Jaspur Langgaard) hevur hesar viðmerkingar:

Yvirtøka av loftrúmi og flogferðslu er ikki eitt ókent mál í politisku skipanini.

Í 2012 varð soljóðandi uppskot til samtyktar, samtykt á Løgtingi:

”Heitt verður á landsstýrið um at útgreina og kanna møguleikarnar fyri at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum til føroyska umsiting, og síðani at taka upp samráðingar við ríkisstjórnina um yvirtøku, og at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um skipan av føroyskum loftrúmseftirliti.”

Eitt av endamálunum við uppskotinum var ”at yvirtaka umsitingina av loftrúminum yvir Føroyum, og harvið skapa 50-100 nýggj vitanartung arbeiðspláss í Føroyum, og styrkja um og menna føroyska flogvinnuøkið sum heild.”

Í november 2013 læt ein arbeiðsbólkur, mannaður við embætisfólki úr Føroyum og Danmark, úr hondum frágreiðingina “Beskrivelse af luftfartsområdet i relation til Færøerne”.

Undanfarna samgonga hevði yvirtøku av loftrúmi og flogferðslu á skrá.

Samanumtikið er niðurstøðan, at hóast tað ikki tykist at hava skortað politiskur vilji í Føroyum at taka yvir loftrúm og flogferðslu undir føroyskt ræði, hevur tað higartil ikki eydnast. Orsakirnar eru ikki allýstar. Men uttan iva eru tær fleiri og fleirtáttaðar. Ein orsøk tykist vera, at loftrúm og flogferðsla í okkara øki er sera væl umsitið av íslendskum loftferðslumyndugleikum. Frá ICAO verður tí ikki mett, at nøkur orsøk er til at gera nakrar broytingar í umsitingini av loftrúminum og flogferðsluni.

Føroysku sjónarmiðini byggja á inntøkumøguleikar, sjálvræði og førleikamenning. Minnilutin er samdur um, at landsstýrismaðurin og umsitingin framhaldandi eiga at arbeiða við at fyrireika og kanna møguleikarnar at yvirtaka loftrúm og flogferðslu. Nevndini er upplýst, at millum 10 og 15 størv eru á økinum, um tað verður yvirtikið. Umsiting av flogferðsluni í okkara parti av loftrúminum verður fíggjað við cost recovery (kostnaðarendurgjaldi). Tí er ikki grundarlag fyri at halda, at yvirtøka av loftrúmi og flogferðslu kann gerast ein inntøkukelda til at fíggja annað enn tey størv og ta útgerð, sum eru beinleiðis tongd at uppgávuni.

Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Ein annar minniluti (Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur) hevur hesar viðmerkingar:

Hóast fleiri samgongur hava sett sær fyri at yvirtaka málsøkið loftferðslu, hevur hetta ikki borið á mál enn.

Tað liggja nógvir møguleikar hjá Føroyum í at yvirtaka loftrúmið, bæði í førleikamenning, størvum og inntøkum til at menna økið enn meira.

Nevndin hevur fingið upplýst, at fleiri størv eru á økinum, um tað verður yvirtikið. Tað er tó greitt, at tær inntøkur, ið koma frá flogførum í føroyskum loftrúmi, skulu brúkast til at menna útgerð og til menning av viðurskiftum, ið hava við størv, ið eru atknýtt yvirtøkuni, tilbúgving v.m. at gera. Føroyar liggja sera væl landafrøðiliga staðsettar í flogferðsluhøpi, tí jetstreymarnir gera, at fíggjarligi áhugin hjá flogfeløgum at flúgva yvir Føroyum er stórur.

Sambært Chicago-konventiónini hevur eitthvørt land fullan og eksklusivan rætt yvir sínum egna luftrúmi yvir sínum øki, sum í hesum føri verður nágreinað út á 12 fjórðingar úr grundlinjuni runt Føroyar. Innanfyri hetta økið kunnu Føroyar altíð upprætta sítt egna FIR (Flight Information Region).

Nakað er tó, sum bendir á, at flogfør møguliga fara at seta kósina uttanfyri hetta lítla økið, um tey skulu til at gjalda nógv meira fyri hetta. Í nevndarviðgerðini er komið fram, at fyri at økja um føroyska FIR-ið, soleiðis at øll flogførini, sum í dag flúgva yvir um Norðuratlantshavið, verða at flúgva í føroyskum øki, er neyðugt við samráðingum við ICAO, um at broyta avtaluna um Norðuratlantsøkið.

Útgreinandi arbeiði skal til, áðrenn hesar samráðingar fara í gongd, og skal umsóknin frá Føroyum innihalda útgreinaðar tekniskar, operationellar og fíggjarligar grundgevingar fyri, hví vit sum land ynskja at yvirtaka ábyrgdina av hesum øki.

Onki verður nevnt í samgonguskjalinum frá 2019 um yvirtøku av hesum málsøki, og metir hesin minnilutin heldur ikki, at málið er klárt at yvirtaka. Minnilutin heitir tó á landsstýrismannin og umsiting hansara um at arbeiða við at fyrireika og kanna møguleikarnar at yvirtaka loftrúm og flogferðslu.

Við hesum viðmerkingum tekur hesin minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Ein triði minniluti (Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen) tekur undir við málinum og mælir

Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum viðmerkingum:

Undir viðgerðini av hesum máli er enn einaferð staðfest at:

- Tað ber væl til hjá Løgtinginum og føroyskum myndugleikum at taka loftrúmið undir føroyska lóggávu og umsiting.

- Tað ber væl til at samráðast við íslendskar myndugleikar um, hvussu eftirlit, tænastur og gjøld fyri at flúgva gjøgnum føroyskt loftrúm verða skipað og býtt millum londini.

- Tað ber væl til at byggja vitanartung størv og tænastur upp í Føroyum í sambandi við at umsita loftrúmið.

- Tað finnast serfrøðingar í Føroyum, sum greitt vísa á, hvussu bæði ein sivilur og ein aktivur loftferðsluradari kunnu byggjast og rekast av føroyskum myndugleikum.

- Tað er ein greiður fyrimunur fyri alt tað arbeiðið, sum er bygt upp í føroyskari flogvinnu.

- Tað ber væl til at útvega inntøkur og fíggja útreiðslurnar til at umsita loftrúmið, útbyggja veðurtænastu, eftirlit og tilbúgving.

- Undir viðgerðini í nevndini er komið fram, at eitt nú hoyringarpartar, sum m.a. starvast innan flogvinnu, samskiftis- og radaravirksemi, tilbúgving og tøkni í Føroyum, taka undir við, at vit taka loftrúmið á føroyskar hendur og síggja týðandi menningarmøguleikar í hesum.

Formliga er føroyska loftrúmið ikki undir føroyskum ræði. Danmark lóggevur um loftrúmið, men sjálv umsitingin og tænastuveitingin til flogferðsluna í føroyska loftrúminum er løgd til íslendskar myndugleikar. Tær inntøkur, tænastur og útreiðslur, ið eru av at umsita loftrúmið, fella til Íslands og Danmarkar.

Týdningurin av at fyrisita okkara egna loftrúm, til bæði sivila flogferðslu og í hernaðar- og trygdarhøpi, er seinastu árini vorðin alt eyðsýndari. Føroyskir serfrøðingar hava víst á, at tað ber væl til hjá føroyingum at byggja egnan radara og annars at menna tey amboð og teir førleikar, sum krevjast –bæði til sivilu flogferðsluna og við einum sonevndum ”aktivum radara”, ið kann hava eftirlit við øllum, ið fer fram í føroyska loftrúminum.

Ført hevur verið fram, at tað er torført og trupult hjá Føroyum at umsita okkara egna loftrúm, tí altjóða flogferðslustovnurin ICAO setir ymisk krøv um, hvussu ymisku loftrúmini og eftirlitsøkini eru skipað, og hvussu gjøld og tænastur kunnu takast.

Í roynd og veru er tó ongin trupulleiki í, at vit taka ræðið á loftrúminum beinanvegin, og fyribils taka yvir ta avtalu, ið Danmark hevur gjørt við Ísland um sivilu flogferðsluna. Síðani avtala vit við Ísland, hvussu vit sjálv átaka okkum eftirlit og tænastur.

Á henda hátt vinna vit okkum samstundis innlit í og vitan um, hvussu loftrúmið kann gerast eitt fakligt, tøkniligt og møguliga fíggjarligt tilfeingi fyri Føroyar. Vit vinna okkum tá altjóða støðu og royndir sum áhugaverdur samráðingarpartur – og vit kunnu fara undir at velja okkara egnu strategiir og loysnir til frama fyri føroyska samfelagið.

Við at taka á okkum ábyrgdina og ræðið á loftrúminum kunnu vit skapa vitanartung størv í Føroyum og útvega fígging til tænastur, tøkni og tilbúgving. Vit eiga í Føroyum longu sera dugnalig fakfólk í flogferðslu, tøkni, leiting, bjarging og tilbúgving – og vit eru júst í ferð við at menna okkara egnu veðurtænastu, ið hevur stóran týdning fyri sivilu flogferðsluna.

Hvørja ferð eitt flogfar flýgur í føroyskum loftrúmi, rinda tey eina ávísa upphædd. Hendan upphæddin fellur í dag til íslendskar og danskar myndugleikar. Sambært metingum frá serfrøðingum kann hendan upphæddin verða frá 70 mió. kr. árliga, heilt upp í 270 mió. kr. árliga.

Men gjøldini skulu, sambært ICAO-sáttmálanum verða knýtt at ítøkiligum tænastum og íløgum. Og gjøldini mugu setast á eitt støði, har flogfør velja ikki at flúgva út um føroyska loftrúmið. Hetta kann avtalast við íslendskar myndugleikar, sum umsita allan tann sonevnda “FIR”-in, sum røkkur frá bretskum øki og norðureftir um Føroyar og til Íslands.

Um bara ein partur av hesum gjøldum kann fara til føroyskar tænastur, ber væl til at fíggja og byggja okkara egnu førleikar upp og skapa vitanartung arbeiðspláss og íløgur í tøkni, ið krevjast fyri at umsita loftrúmið: t.d. eftirlit, radaramyndir, Search and Rescue(SAR), radiosamskifti, veðurtænastu, flogtrygd og útbygging av flogvøllinum – og ikki minst at úbyggja teir førleikar, sum okkara egna flogvinna, flogferðsla og tyrlutænasta longu hava prógvað virðið á.

Hesin minnilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Uttanlandsnevndin, 27. apríl 2022

Uppskotið fall undir 2. viðgerð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo