Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Aftan á fleiri ár í dvala verður nú aftur nýtt at hoyra frá einum av høvuðsmonnunum í tónleikabólkinum Deja vu.  Undir navninum Flowin gevur Flóvin Viderø út nýggja staklagið “When I Was A Kid”. Flóvin hevur sjálvur skrivað tónleikin, meðan Lena Anderssen eigur orðini saman við Flóvin. Tað er Niclas Johannesen, ið hevur framleitt lagið, og Óli Poulsen hevur ljóðblandað.

Við sangum so sum Confused og I Ain’t Home gjørdist røddin hjá Flóvin partur av føroyska tónleikaumhvørvinum eftir aldarskiftið og úteftir. Deja vu gjørdu um seg í Prix Føroyum og góvu út “ársins útgávu” í 2005 við heitinum A Place To Stand On.  

Seinastu árini hevur ikki verið nógv at hoyrt til Flóvin, men hann hevur skrivað nógvan tónleik og arbeiðir nú við at innspæla nøkur útvald løg. “When I Was A Kid” er tað fyrsta í røðini, og talan er um ein sang, ið tekstliga leitar aftur til barnaárini og hugríka heimin hjá einum spælandi barni, har møguleikarnir eru endaleysir og tú ert kongur í tínum egna sandslotti.

Umframt Flowin sjálvan, ið syngur og spælir akkustiskan guitara, syngja Lena Anderssen og – høvuðspartnarin frá Deja Vu døgunum – Líggjas Olsen kór við á lagnum. Niclas Johannesen spælir akkustiskan guitar, el guitar og synth, Óli Poulsen spælir bass og Matt Chamberlain spælir trummur.

Lagið er innspælt í Studio 57 í Hoyvík og ljóðblandað í Fix-N-Mix í Keypmannahavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo