Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í morgin, fríggjadagin 15. mars klokkan 16:00 letur flytingarvindeygað aftur í Føroyum - Mynd: TB, B68, NSÍ, HB og 07 Vestur

Í morgin, fríggjadagin 15. mars klokkan 16:00 letur flytingarvindeygað aftur í Føroyum - Mynd: TB, B68, NSÍ, HB og 07 Vestur

Í morgin, fríggjadagin 15. mars klokkan 16:00 letur flytingarvindeygað aftur í Føroyum - Mynd: TB, B68, NSÍ, HB og 07 Vestur

FSF: Eftir at hava verið opið í smáar tveir mánaðar, letur flytingarvindeygað hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur í morgin, fríggjadagin 15. mars klokkan 16:00.

Tað merkir, at øll, kvinnur og menn, gentur og dreingir, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2024, og sum ætla at skifta felag í næstum, skulu fáa hetta avgreitt, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur.

Í 2020 vórðu reglurnar í samband við flytan av spælarum millum feløg annars broyttar. Áðrenn tað var flytingarvindeygað bara galdandi fyri spælarar, ið vóru sáttmálabundnir. Men seinastu fýra árini hava hesar reglur verið galdandi fyri øll, gentur og dreingir, kvinnur og menn, sum vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í kappingarárinum.

Síðsta freist at flyta millum feløg í hesum umfarinum er tískil í morgin, fríggjadagin 15. mars 2024 klokkan 16:00.

Í summar letur føroyska flytingarvindeygað upp aftur, og verður tá opið frá leygardegnum 15. juni til fríggjadagin 12. juli klokkan 16:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo