Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hesir ungu knassarnir vunnu heiðursmerkir í Grand Prix 5 kappingini fyri tveimum vikum síðani

Hesir ungu knassarnir vunnu heiðursmerkir í Grand Prix 5 kappingini fyri tveimum vikum síðani

Hesir ungu knassarnir vunnu heiðursmerkir í Grand Prix 5 kappingini fyri tveimum vikum síðani

BSF: Leygardagin 26. mars 2022 verður Badmintonhøllin í Klaksvík karmur um ársins føroyameistaraskap í badminton fyri børn og ung frá U9 upp til U17. KBF skipar saman við Badmintonsambandinum fyri kappingini, sum byrjar leygarmorgunin klokkan 9 og væntast at enda seint seinnapartin. Heili 150 dystir vera í kappingini, áðrenn føroyameistararnir í øllum teim yngru aldursbólkunum eru funnir.

Fimta og seinasta Grand Prix kappingin í badminton bleiv annars hildin næstsíðsta vikuskifti á Kambsdali, har Grand Prix meistararnir í øllum aldursbólkum og hjá teimum vaksnu blivu funnir. Tey úrslitini kunnu geva eina ábending um, hvør fer at blanda seg í stríðnum til FM í morgin. Í Grand Prix vinna leikararnir sær stig í fimm grand prix kappingum frá á heysti til á várið, meðan í FM er tað dagsformurin og úrslitini kappingardagin, ið eru avgerandi. Spennandi verður tí at fylgja kappingini í Klaksvík í morgin.

FM fyri vaksin verður avgjørt á stóra Kontrast FM Finaludegnum, sum í ár verður leygardagin 14. mai 2022.

Endaligu úrslitini av Grand Prix kappingini í yngru aldursbólkunum eru víst niðanfyri:

   

U-11 Gentur

1

KBF

Heidi Jacobsen

2

KBF

Gunhild Arge

3

HBF

Mirjam Holm

   

U-11 Dreingir

1

HBF

Baldur Poulason

2

HBF

Hákun Torkildshøj

3

HBF

Boas Rasmussen

   

U-13 gentur

1

HBF

Sarita kvilt

2

HBF

Hansina Eysturstún Mouritsen

3

KBF

Rannvá Ryan

   

U-13 Dreingir

1

HBF

Beinir Weihe

2

KBF

Tóki Næs

3

KBF

Jónas Festurstein

   

U-15 gentur

1

KBF

Osla Johannasen

2

HBF

Inga Guðrin Samuelsen

3

HBF

Naomi Rajani Færø

   

U-15 Dreingir

1

HBF

Markus Bjarnason

2

HBF

Tóki Yngvason

3

HBF

Kristoffur Samuelsen

   

U-17 gentur

1

KBF

Ranja Joensen

2

KBF

Oddbjørg í Buð Justinnussen

3

HBF

Julianna í Heiðunum

   

U-17 Dreingir

1

HBF

Christian Berg Petersen

2

HBF

Bjarti Samson Vang

3

HBF

Asbjørn Heide Olsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo