Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Ríðingarfelag: Tað er sjáldan at spenningurin er so stórur, sum hann er nú, undan fimtu FM kappingini í kappríðing. Bara ein FM grein, av fimm er avgjørd undan seinasta kappingardegi. Greinin ið er avgjørd er Skeið, har hevur Orka við Ranju K. H. Djurhuus verið einaráðandi og vunnið allar kappingar higartil.

Í Tølt er Strákur við Bárði Johannessen greitt á odda, men teir skula hava stig á degnum, um teir skula tryggja sær FM. Sama støða er galdandi í Trav, Grettir við Halli Hansen er greitt á odda, av teimum rossinum ið eru tilmeldaði, men teir skula eisini hava stig um teir vilja vera heilt tryggjir.

Í Tvíspor ung og Tvíspor vaksin er talan um reinar FM finalur – Í Tvíspor ung er Silfá og Ása Bárðardóttir á odda, men tey hava bara tvey stig niður til Sirkill og Ranju K.H. Djurhuus. Hesi rossini renna móti hvørjum øðrum, so tann ið er fremri á degnum vinnur FM

Sama støðan er galdandi í Tvíspor vaksin, har kappast Svanna við Barbaru Carlsen móti Braga við Jónu Ólavsdóttir, Undan degnum í dag er Bragi eitt stig frammanfyri Svannu, so eisini her er tað tann ið er fremri á degnum ið vinnur FM

Kappingin er á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag uppi í Marknagili og byrjar kl 14 seinnapartin.

Paringin til kappingina sæst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo