Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tann 28. mars eru 30 ár síðani Atlantsflog fór at flúgva, og í morgin kemur eitt føðingardagsrit út í tí sambandinum.

Tað er John Kruse sum hevur skrivað.

- Bókin lýsir søguna heilt frá at tos kom í um at stovna eitt føroyskt flogfelag og til dagin í dag, sigur høvundin í kunningarskrivi.

- Føroyar stóðu í tveimum pørtum. Teir – tey sum vóru við og teir - tey sum vóru ímóti. Alt hettar er at lesa um í bókini.

- Fyri at nevna ein so var tað Lasse Klein sum gjørdi eitt megnar arbeiði. Tað hóvaði ikki rættuliga Maersk Air at eitt flogfelag kom afturat. So vóru teir ikki einsamallir longur.

- Allir stjórarnir eru hoyrdir og koma til orðana. Onnur fólk – starvsfólk sum hava staðið felagnum nær eru hoyrd og siga kanska onkra skemtingarsama søgu, sigur John Kruse.

Sambært John Kruse, so er ikki óhugsandi at bók nummar tvey kemur eisini, hvar møguleiki verður at  nevna og samla øll starvsfólkini í bókini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo