40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Pápi er sonur Arnhold á Steig Petersen, og Kristionnu Petersen fødd Holm ætta úr Bakkhús í Hvalba.

Arnhold abbi var ættaður av Steigini í Sandavági og var sjómaður alt sítt lív. Sum gamal bøtti hann trol fyri trolararnar í Vágum.

Pápi giftist mammu, Mariu í H Petersen dóttir Joen Jacob í Haraldstovu, Sonur Jógvan Elias Thomsen, Reiðara.

Pápi er nú vorin 80 ára gamal og vil eg eg hervið ynskja honum hjartaliga tillukku. Pápi og grannin vóru sera væl og mangan hava teir havt á orðið ”Giv mig en blomst mens jeg lever”, so eg haldi eg fari at geva pápa eina heilsan her, sjálvt um Pápi er lítilátin, og ger ikki nógvan háva burturúr sær sjálvum,

Pápi er sostatt føddur í 09. feb. í 43 mitt undir seinna veraldarbardaga. Eftir lokna skúlagongd í Sandavági fór hann á premierskúla, og síðan læraraskúla í Havn. Pápi fekk starv í Sørvágs skúla í 1966, og var lærari og varaskúlastjóri líka fram til 2005. Eftir tað fór hann til arbeiðis í Sørvágs kommunu nøkur ár.

Sørvágs svimjihylur kom í 1974 og var hann lívbjargari í Sørvágs svimjihyli nógvu árini, saman við Brynhild hjá Johannus sum tá var ”bedellur” ella húsavørður, sum tað nú eitur.

Kirkjutænari, í Sørvágs kirkju frá 1980, og var pápi deknur í útvið 40 ár. Hann tók við eftir navnframa læraran DD, og enn tann dag í dag syrgir hann fyri sangarum til jarðarferðir, so ikki kann sigast annað enn at hann hevur verið sera trúgvur. Kirkjan hevur verið hansara hjartabarn.

Hansara og mammusa tilhalds stað er eisini Missiónshúsið Libanon.

Hann hevur verið í stýrinum fyri Kirkjuna, Ellisheimið, Barnaverndini, Valnevndini fyri Sørvágs kommunu og Hagastýrinum fyri Norðurtriðing.

Pápi hevur eisini verið røktingarmaður í gott 20 ár, til hann gavst. Honur dámar sera væl seyð og kríatúr og passar, enn tann dag í dag, seyð inni á hvørjum vetri.

Væl dámdi honum túrarnar í Tindhólmi at fleyga lunda, við starvsfelagunum, og í Dranginum, og enn dámar honum væl í royting í Tindhólmi.

Veðrar í Tindhólmi og Gáshólmi á hvørjum árið, og hornaseyð hevur hann eisini havt í Seyðaskor og Tórðuskorð, og í Kirkjuni hevði hann ein eitt árið. Tað er eitt pláss á veg í Tóruskorð.

Pápi hevur altíð verið innløgumaður. Væl dámar honum at fáast við havhest eisini, tó ikki í báti, er ringur av sjóverki.

Pápi fylgir sera væl við í øllum sum fyriferst í tíð dagliga her heima á klettunum, og so sanniliga eisini úti í heimið. Hann kennir flestu spælarar í Premiu League og LaLiga.

Dámar sera væl at fylgja við í øllum ítrótti, og var so at siga til allar dystir hjá 07 Vestur í fjør, hóast sjónin er farin at bila.

Í 70- og 80´unum var hann fótbóltsdómari, saman við Torra Rasmusen og Eilif Weihe.

Hann er sera skemtingarsamur og dámar sera væl eitt gott prát og vitjan. Ein kann spyrja pápa um alt, og tað man vera fáur við slíkari almennari vitan. Og hann er bráður sum fáur, so tað er eingin sum bíðar eftir honum, og er altíð klárur minst ½ til 1 tíma áðrenn hann skal møta.

Mamma og pápi hava verið gift í 55 ár og eru ein sonn fyrimynd fyri okkum eftirkomarar.

Minnist túrarnar norð í Húsadal við eplum og kunstøðum á rygginum, og fjalldagarnar í Oknadali saman við pápa, meðan abbi stóð á trappuni við vøttunum og matpakkanum,  tá vit komu yvir á fjall.

Pápi hevur velt eplir næstan fram til dagin í dag, við haka. Undraðist mangan á hvussu møtumikið tað var, men væl lá eftir, men mangan vóru blørðurnar stórar í lógvanum.

Í summar fara tit til heitari lond at ferðast og ynski eg teimum ein góðan túr, og gleði meg at vera saman við tykkum aftur.

Hjartaliga tillukku við runda degnum.

Heilsan
Synir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo