Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Mánadagin 28. desember blívur Jógvan Elias Joensen í Leirvík 90 ár.

Sjálvt um nøkur ár eru okkara millum, so minnist eg  hann sera væl sum ungan mann og kemst hetta av, hvussu góður hann var í ítrótti, til svimjing, og sum hondbóltsspælari, so vit yngru dreingirnir sóu upp til hann sum eina hetju og kanska serliga, eftir at hann ein summardag tíðliga í fimtiárunum kavaði norður av høga kai-garðinum í Leirvík, meðan eystfallið fór fossandi út við kaiini, men snaraði hann elegant um kai-endan og svam út á Bugin til neystini í Innara Bug. Hetta hildu vit vera eitt bragd tá.

Síðani kom ein tíð, har ikki sást nógv til Jógvan í bygdini.  Hann hevði gjørt av at fara til Danmarkar at nema sær kunnleika innan handilslæru og roknskap.

Vit saknaðu hann nógv í hondbóltinum, men onkuntíð var hann aftur í summarfrí, og leikti tá við aftur. Einaferð slapp eg at leika við, tá eg var um 15-16 ár og tað var ímóti Strandingum, sum tá lógu á toppinum.

Eftir loknað útbúgving kom Jógvan aftur til Føroyar og fór hann tá til P/f  Poul Hansen í Havn at arbeiða, og varð hann har í mong ár.

Tað er ikki ætlanin og heldur ikki møguligt  í hesi stuttu heilsan at nevna alt, sum Jógvan hevur verið íblandaður í Leirvík ígjøgnum árini, og hvat hann hevur lagt frá hondini. Hann hevur millum annað verið nevndarformaður í P/f Frost og Tavuni í eitt mannaminni, var ein eldsál saman við konuni Kristiannu at byggja Bygdarhúsið, og seinni Krokkvøllin við øllum tí vakra umhvørvinum, har Matar-áin Sámalsá nú rennur so vakurt steinsett við brúgv yvirum osv osv.

Eg vil bert í hesi í stuttu heilsan takka tær Jógvan, fyri tey mongu ár, vit hava verið saman vinnuliga og í leiki.

1973 kom ídnaðartrolarin Stjørnan til Leirvíkar, bygdur í Svøríki, og liðugt innrættaður á Skála.  Jógvan bleiv nevndarformaður í felagnum. Seinni blivu tvinnar Stjørnur bygdar aftrat, ein í Pólandi og ein í Íslandi. Jógvan var formaður í nevndini øll árini, líka til tann seinasta  Stjørnan bleiv seld í 2007.

Eisini vóru vit saman í nevndini í Tavuni í mong ár, tá gulllaksa-vinnan byrjaði.

Jógvan var sera greiður í sínum arbeiði. Har hingu eingir lepar við, og ein sera góður samarbeiðspartnari og góður at umgangast. Hollur í ráðum var hann eisini.

Seinnu árini hava vit gjørt nakrar hugfarsligar túrar uttanlands . Í Íslendskum áum at fiska laks, og koyrt runt landið. Og - mín sann - hava vit  eisini gingið uppi í Alpunum í Sveis uppi á Jungfrau, og Jógvan á ovastu rók uppi á gott 4000 metrum, eftir hann hevði fylti tey áttati. Men tá máttu vit, Ingvar, Jóan Magnus og eg  anda tíðum, tí luftin var so tunn. Men fyri Jógvan  gjørdi tað ikki mun. Tó skal sigast, at lyftan hjálpti okkum væl upp. Men hetta er akkurát myndin av honum, um hann svimur undir sjógv, ella er uppi á høgum fjallatindi, so er hann hin sami.

Ja, góði Jógvan, nógv kundi verðið at skriva um teg, men er hetta bert ein lítil heilsan um tað tíðarhvarv, sum er aftan bak, nú tú ert komin  upp um “En  kæmpes alder”. Jógvan tú ert ein bygdarsonur, sum verdur er at heiðra!

Vónandi fáa vit onkran dyst á krokkvøllinum,  nú sólin aftur hækkar á luftini, og hvør veit, kanska ein túr við stongini yviri á áarbakkanum við Rangá í Íslandi, tá summarið kemur.

Vil við hesum takka tær fyri teir mongu yrkingar og sangir, sum tú hevur ríkað okkum við og skrivi her brot úr tveimum av teimum:

                   Ørindi úr sanginum “Nú hækkar sól um fjallarøð”
                   Nú hækkar sól um fjallarøð
                   Í gjáum tiðnar fonn
                   Um valdið berjist várligt lot,
                   Sæst vetur gletta tonn
                   Ósvikalig er lívsins rás,
                   Hvør sínar myndir sær.
                   :,: Fagrast er vársins gróður-vað,
                    tað lív úr moldum fær:,:
                   
                    4. ørindi úr sanginum “Tær tøkk eg beri, vesturskinið frítt”
                    Tær tøkk eg beri, vesturskini frítt,
                    Læt roðan kína stoltu tindar blítt.
                    Søkk logandi í havsins gylta vað
                    Rís fræls og føgur upp til nýggjan dag

Nú roðar lívssólin um Boðarnar og gyllir Djúpini. Vónandi tekur tað drúgva løtu, áðrenn hon nemur kimingina og fer í kav.

Góði Jógvan, Jórun og eg ynskja tær tillukku við degnum 

Osmund

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo