Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

©Mynd: Tjóðpallur Føroya / Allan Dalsgarð

©Mynd: Tjóðpallur Føroya / Allan Dalsgarð

©Mynd: Tjóðpallur Føroya / Allan Dalsgarð

Tjóðpallurin: Á Tjóðpallinum er næstan klárt at taka ímóti gestunum leygardagin og tey lova, at tað verður ørt, óunniligt, stuttligt, svart og púrasta Harold Pinterskt! Føðingardagsveitslan, ið er ein av best umtóku leikum hjá Harold Pinter, verður frumsýndur leygardagin. 

Føðingardagsveitslan er ein sonevnd ”Comedy of Menace” – ein vandaskemtileikur – ið gongur fyri seg á lítla, forfalna gistingarhúsinum, sum Meg og Petey reka. Einasti gesturin er Stanley, sum kanska hevur føðingardag. Kortini verður veitsla, tá ið teir báðir fremmandu og gátuføru Goldberg og Maccann koma á gátt og sum frá líður gerst føðingardagurin ikki sørt marrukendur. Leikurin tekur tøk við stór evni sum valdsnýtslu og ideologiska forfylging av einstaklinginum. Eisini fylla tættir sum persónlig fortíð og samleiki nógv í leikinum. Við sínum sniðfundigu dialogum megnar Pinter at skapa spenning, hóast leikgongdin er einføld, og hóast tað er heldur ógreitt, hvat persónarnir í roynd og veru vilja, og hvønn veg alt ber. 

LEIKARAR: Hjálmar Dam, Hans Torgarð, Kristina Sundar Hansen, Esther á Fjallinum, Páll Danielsen og Erling Eysturoy

LEIKSTJÓRN: Guðjón Pedersen
PALLMYND: Barbara Hilduberg
LJÓSSNIÐGEVING: Ólafur Ágúst Stefánsson
BÚNAR: Katrin Bonde
TÝÐING: Hans Tórgarð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo