Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri Trygging: Barnakonur, sum fáa kropsligan skaða í samband við føðing, og foreldur, sum fáa føðitunglyndi ella sálarlig árin eftir barnsburð kunnu nú fáa hjálp ígjøgnum Vanlukkutryggingina hjá Betri Trygging. Harumframt bjóðar Betri Trygging nú bæði nýggjar dekningar og víðkanir í Vanlukkutryggingini.

At gerast foreldur er millum størstu upplivingar í lívinum. Men vit vita samstundis, at ymiskt er, sum kann ganga galið undir sjálvum barnsburðinum, og meinini kunnu bæði vera kropslig og sálarlig.

Oftast gongur tíbetur væl. Men tá ið ikki gongur eftir vild, rakar tað ofta meint. Serliga um trupulleikin ikki verður loftaður alt fyri eitt.

Vanlukkutryggingin hjá Betri Trygging fevnir í fyrsta lagi um kropsligu meinini, ið mamman kann fáa undir føðing ella keisaraskurði. Í øðrum lagi fevnir Vanlukkutryggingin um sálarligu meinini, sum foreldrini kunnu fáa - eitt nú, um barnið er deyðføtt, ber brek ella um talan er um fosturlát, og um mamman fær tunglyndi eftir føðing. Skuldi hetta hent, veitir Betri Trygging 10 tímar hjá sálarfrøðingi.

Kropsligir og sálarligir skaðar, sum henda í samband við føðing, eru fevndir av Vanlukkutryggingini hjá Betri Trygging uttan eyka kostnað. Tað merkir, at allar kvinnur, sum hava teknað Vanlukkutrygging, eru betri stillaðar, um tær skuldu fingið mein undir barnsburði.

Enn fleiri dekningar
Afturat hesum hava vit víðkað Vanlukkutryggingina enn meiri.

Tá ið tú ert við í eini vanlukku, hevur tú rætt til sálarliga kreppuhjálp. Men nú kanst tú eisini fáa sálarliga kreppuhjálp, um tú ert til staðar, har ein vanlukkutilburður hendir, uttan at vera partur av vanlukkuni annars. Vit vita, at tað kann geva sálarligar trupulleikar at vera vitni til vanlukkur, og nú loftar Betri Trygging, um tú kemur í eina slíka sálarliga kreppu.

Hartil javnmeta vit nú hoyritól og brillur. Higartil hava vit veitt brilluendurgjald, men nú dekka vit eisini hoyritól. Tað vil siga, at um tú ert í einari vanlukku, har brillurnar og/ella hoyritólið farast, ja, so veita vit tær nú endurgjald fyri bæði.

Enn fleiri tilval
Nú ber eisini til at keypa enn fleiri dekningar til Vanlukkutryggingina, tí vit hava víðkað tilvalini við tveimum nýggjum tilboðum.
Fyri eitt árligt gjald dekka vit nú eisini tyggiskaðar, sum koma á tenn og tannprotestur, umframt at vit hava stovnað eitt tilval nevnt Skundgjald. Fært tú skaða í einum vanlukkutilburði, veita vit tær við Skundgjaldinum eitt útgjald alt fyri eitt, sum tú so kanst nýta, sum tú metir vera best.

Hesar broytingar eru partur av málsetninginum hjá Betri Trygging um at veita betri tryggingar og betri tænastur. Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú altíð vælkomin at ringja á tlf 348 600 ella skriva á trygging@betri.fo. Vit hjálpa tær fegin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo