40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Í vikuskiftinum hava Flogskiparafelag Føroya (FAPA) og Fakfelagsráðið róð framundir, at brot eru framd á sáttmálan millum Flogskiparafelag Føroya og Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG). Føroya Arbeiðsgevarafelag varðar av sáttmálanum fyri flogskipararnar hjá Atlantic Airways, og hevur í vikuskiftinum verið í sambandi við Atlantic Airways fyri at kanna viðurskiftini nærri. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur ikki, at sáttmálin er brotin og vil hervið vísa uppáhaldunum, sum hava verið førd fram í vikuskiftinum, aftur.

Nógv verður gjørt burturúr at vísa til tey ótryggu setanarviðurskiftini hjá fríyrkisflogmonnum. Hesir eru settir eftir sáttmálanum millum FAPA og FAG, og tað er tí ikki rætt, tá ið Rúni Højgaard, formaður í FAPA, í Kringvarpinum sigur, at teir eru settir eftir individuellari avtalu. Setanarviðurskiftini eru skipað smb. grein 16 í sáttmálanum og víst verður eisini til skjal D ‘Flogmenn í freelance starvi’. Sáttmálin liggur á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Fakfelagsráðið vísir á tað óhepna við tímaløntum løntakarum ella dagleiðarum sum tikið verður til. Hetta undrar Føroya Arbeiðsgevarafelag stórliga, tí tað er púra vanligt innan fyri sáttmálaøkið hjá FAG at nýta tímaløntar løntakarar. Her verður serliga hugsað um arbeiðarar og handverkarar. Sáttmálin heimilar fría nýtslu av fríyrkisflogmonnum, tó við teirri avmarking at frá 31. oktober til 31. mars má talið av fríyrkisflogmonnum ikki vera hægri enn 15 % av flogmonnum í føstum starvi. Sum kunnugt er nógv meira at gera í flogvinnuni um summarið enn um veturin. Tí er neyðugt at manna upp til summarið bæði fyri at leggja upp fyri øktum virksemi og fyri at tryggja ein neyðugan fleksibilitet í planleggingini. Róð verður framundir, at Atlantic Airways misnýtir støðuna við at økja um talið av fríyrkisflogmonnum. Hetta er ikki rætt. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur kannað hetta nærri, og sambært Atlantic Airways vóru 32,3 % av flogmonnunum fríyrkisflogmenn summarhálvárið 2019, meðan talið sama tíðarskeið í 2020 verður 31,5 %, aftaná at 4 fríyrkisflogmenn eru settir at flúgva í september og oktober 2020.

Atlantic Airways hevur eisini valt at seta tveir flogskiparar aftur í síni størv í Keypmannahavn. Hesir verða settir aftur við neyvt somu treytum, sum teir høvdu, tá teir vóru sagdir úr starvi.

Sáttmálin hevur onga áseting um, hvussu flogmenn skulu setast í starv ella sigast upp. Í eini lokalavtalu millum Atlantic Airways og Flogskiparafelag Føroya er avtalað at brúka eina setanar - og metingarnevnd, tá ið flogmenn verða settir í starv ella sagdir upp. Hendan nevnd arbeiðir eftir einum fastløgdum leisti. Í aðra máta er fríur setanarrættur galdandi.

Førd verða eisini fram uppáhald um fakfelagsfíggind í sambandi við uppsagnir hjá Atlantic Airways fyrr í ár. Greiða fatanin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er, at hetta ikki er rætt, tí uppsagnarleisturin, ið tá var valdur, nevniliga at nýta starvsaldurslista sum einasta kriterium, var eftir ynski frá FAPA.

Annars hava nevndarlimir í FAPA eina uppsagnarverju í grein 20 stk. 3 og 4 í sáttmálanum millum FAPA og FAG. Sambært hesi grein skulu ósemjur um uppsagnir av nevndarlimum viðgerast í eini nevnd, har FAPA og FAG hava hvør sín lim, meðan partarnir semjast um ein uppmann. FAG hevur onga fráboðan fingið frá FAPA um, at ynski er at viðgera uppsøgn av nevndarlimum í hesi nevnd.

Um hildið verður, at brot eru framd á sáttmálan, so er møguleiki at venda sær til Fasta Gerðarætt og fáa málini roynd í rættinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ta greiðu fatan, at sáttmálin millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya verður hildin væl og virðiliga.

Sáttmálin millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya:

https://www.industry.fo/sattmalar-loenir/sattmalar/onnur-feloeg/flogskiparafelag-foeroya

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo