Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Flestu sum hava fiska á Bankanum eru samd um, at lítið og onki skil er í stovnsrøktini sum ICES og Havstovan skipa fyri.

Vísindaliga úrslitið av at lurta eftir Havstovuni síggja vit tvær ferðir árliga og tí vita vit at tað teir tilráða ikki bøtir støðuna.

At lurta eftir Havstovuni er ikki skynsamt.

Matstovur vinna altíð kappingina, um fiskur veiddur á Føroya Banka verður seldur á Fiskamarknaðinum. Tí er tað ikki eitt mál.

Tí er einfalt, at lurta vit eftir Havstovuni, so verður Føroya Banki stongdur forever.

Royndarloyvir sum nú verða latin skilur ongin. Tað hevur onki at gera við royndaloyvir.

TVS. At vit eiga ikki at lurta eftir Havstovuni. Havi onga vísindaliga frágreiðing lisið um friða økir nakrastaðani, sum gevur plausibla frágreiðing um at tað loysir seg at friða økir.

Skal skoyta uppí, at eg havi granksa fisk seinstu 6 árini og tí er svarið vísindaliga grunda og kann dokumenterast.

Havstovan sigur nakað annað, men tað teir siga passar ikki, dokumentera teir sjálvir tvær ferðir árliga.

Og hevði Havstovan lurtað, so fekk Jóhan Mortensen og hvør einasta matstova í Havn Banka-tosk á spísiseðilin hvønn einasta dag í árinum.

Eivind Jacobsen
Valevni Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo