

Føroya Landsstýri tapti í dag eitt sera umfatandi rættarmál.
Tað var Føroya Reiðarafelag sum stevndi landsstýrinum við kravi um, at ásetingin í § 7, stk. 2 í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi fyri 2016 var ógildug, tí lógin stríddi ímóti bæði grundlógini og europeiska mannarættindasáttmálanum.
Nevnda lógargrein ásetti, at gjald fyri kvotur, keyptar á uppboðssølu, ikki kunnu dragast frá søluvirðinum av veiðuni, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini.
Tað var Høgni Hoydal sum legði uppskotið fyri løgtingið.
Hóast løgtingsumsitingin ávaraði løgtingið um at uppskotið kundi viðføra endurgjaldsskyldu, var tásitandi samgonga hvørki at høgga ella stinga í.
Lógin var tvingað ígjøgnum.
Í dag hevur so Føroya Rættur ógildað hesa lóg.
Landsstýrið er eisini dømt at rinda Reiðarafelagnum 576.000 kr. í sakarkostnaði.
Enn er ikki greitt hvørjar avleiðingar dómurin fær, tí greitt er, at føroysk reiðarí hava havt tap av at hava verið tvingað til á ólóligan hátt at rinda nevndu avgjøld.
Tað er tí rættiliga sannlíkt, at avleiðing av dóminum verður, at landsstýrið fær endurgjaldskrøv.
Millum løgfrøðingar verður dómurin nærmast mettur sum ein sensasjón: Føroya Rættur hevur ógildað eina løgtingslóg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo