40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í vikuni vóru vit vitni til vánaligan tíðindaflutning, tá royndirnar hjá Mykinesfólki at skipa ferðavinnuna og verja náttúruna, vórðu lýst rættiliga einsíðugt. 

Hví analyserar Breddin Mykinesfólk, uttan at tosa við Mykinesfólk?

KVF kundi t.d. spurt tey:

- HVÍ kenna Mykinesfólk seg noydd til at stýra ovurstóra streyminum av ferðafólki?

- HVAT gagn fær fuglalívið í Mykinesi av, at talið av ferðafólki verður avmarkað?

- HVUSSU ávirkar tað landbúnað, lendið og djóralívið í høgunum í Mykinesi, um øll sleppa at ganga allastaðni?

- HVØRJAR møguleikar hava tit lokalu sjálvi, til at skipa ferðavinnuna skilabetri og burðadyggari?

- HVUSSU kann tykkara egna stýring av ferðavinnuni, verða við til at menna tykkara egnu lokalu arbeiðs- og inntøkumøguleikar á útoyggj?

- HVØNN týdning hevur lokal vitan og lokal stýring, fyri lokala náttúruvernd?

Kundi tað ikki verið umráðandi fyri almenna Kringvarpið og ikki minst fyri almenningin, at hoyrt hvat lokalu hagapartarnir og bygdafólkið á staðnum, sjálvi høvdu at siga?

Tað er ein journalistisk meginregla, at tey sum søgan snýr seg um, sjálvi skulu sleppa til orðanna.

Men, heldur enn at tosa við Mykinesfólk, um hvussu tey sjálvi ynskja at skipa ferðavinnuna og verja náttúruna, í síni egnu heimbygd, og í sínum egnu høgum….

….so velir Kringvarp Føroya tilvitað bara at spyrja VISIT FAROE ISLANDS, hvør trupulleikin er, av at Mykinesfólk sjálvi vilja skipa síni egnu lokalu viðurskifti…   

Hetta var ósakligt, óbalanserað, og ónuanserað.

Men, uttan mun til hvat «Menningardeildin» hjá Visit Faroe Islands pástendur, í teirri vón, at royndirnar hjá Mykinesfólki skulu miseydnast, so kann Føroya Óðalsfelag vissa bæði Hagapartar og bygdafólkið í Mykinesi, um, at tit hava okkara fulla stuðul.

Føroya Óðalsfelag fagnar tykkara royndum, og vit fegnast um, at Mykinesfólk taka sakina í egnar hendur.

Tit sum eiga og røkja hagarnar, og hava tilknýtið til mentanina og samfelagið í oynni, eru sjálvandi meira enn nakar annar tilvitaði um týdningin, av at verja náttúruna og at virða javnvágirnar. Eingin hevur størri umsorgan fyri lokala plantu- og djóralívinum, enn fólk á staðnum.

Av somu orsøk fara Mykinesfólk sjálvandi altíð at brúka sín lógartryggjaða avgerðarrætt, til at verja tykkara vøkstur og djóralív, landbúnað og bygdasamfelag, móti avleiðingunum av óskipaðari ferðavinnu. Í útvarpinum í dag hoyrdist sama raðfesting frá einum skilagóðum fuglafrøðingi:  "Vit mugu taka atlit til fuglin, og ikki til hvat turistarnir vilja sleppa at gera!”

Føroya Óðalsfelag vil samstarva við Mykinesfólk, fáa íblástur frá tykkara góðu royndum, og breiða tykkara góðu lokalu loysnir út til restina av landinum. Tað riggar á Trælanípuni, á Kallinum, í Stakkinum, í Stóru Dímun, Lítlu Dímun og á fleiri øðrum støðum. Staðbundin náttúruvernd og skipan av ferðavinnu er tað einasta rætta.

Í felag skulu vit arbeiða fyri, at lokalir hagapartar og bygdasamfeløg, um alt landið, varðveita møguleikan at hava lokalt tamarhald á ferðafólkatalinum; Tað er tykkara rættur og tykkara ábyrgd, at skipa ferðsluna so ávirkanin á lokalu náttúruna og mentanina ikki verður ov ógvuslig.

Skal ferðavinnan verða til gagns fyri allar føroyingar, og øll øki í landinum, so noyðist hon at tryggja sær undirtøku, úti um alt landið. Men lokala undirtøku fáa vit ikki, um vit ikki virða tann lokala avgerðarrættin, til at skipa ferðavinnuna, og til at verja náttúruna, við lokalum loysnum.  

Latið Mykinesfólk fáa arbeiðsfrið, til at skipa síni egnu viðurskifti í Mykinesi.

FØROYA ÓÐALSFELAG
www.odalsfelag.fo

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo