40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Heili tíggju ymiskar virðislønir verða latnar í kvøld, og av teimum tíggju eru sjey virðislønir, ið hava tilnevningar. Virðislønirnar, ið ikki hava tilnevningar, eru: Eksportvirðislønin, Ársins Tónleikaheiður og Ársins Útvarpshitt. Hesar verða avdúkaðar á FMA í kvøld. Tó varð Ársins Útvarpshitt avdúkað í Góðan Morgun Føroyar í gjár, tá tað vísti seg, at føroyingar valdu Send mær meira pengar hjá RSP, sum Ársins Útvarpshitt. Teir fara eisini at framføra á kvøldinum.

FMA byrjar kl.19.00 í Norðurlandahúsinum, og í ár er gjørligt at keypa sær atgongumerki til tiltakið. KVF byrjar at senda kl. 20.00, og tað verður eitt sindur forskotið.

Fleiri bólkar fara at framføra á kvøldinum, m.a. Brimheim, Vágaverk, kórið Silvitni, Guðrið Hansdóttir, Konsørn og Steintór Rasmussen.

Eitt kvøld spekkað við spenningi og góðum tónleiki.

Hesar eru tilnevningarnar:

Ársins útgáva:

  1. Ivaveður – Vágaverk

  2. Gult Myrkur – Guðrið Hansdóttir

  3. Can't Hate Myself Into A Different Shape – Brimheim

  4. For The Blue Sky – Frum

  5. If I made you cry, I'm sorry – Lea Kampmann

Ársins lag:

  1. Síggja av nýggjum – Marius Ziska

  2. Send mær meira pengar – RSP

  3. Ballast millum maðkar – Æðrasoppar

  4. I Should Have Known Better – Tamara

  5. Spotlight – Ester Skála

Ársins kompositión:

  1. Kári Jacobsen – Vælsignaðir barnaskógvar

  2. Madsen & Egilstrøð – Beinta: Departure

  3. Klingra – Eitt minni

  4. Yggdrasil – "Ichski" á Timint Areh

  5. Oddur Joensen – Jazzmanian Devil

Ársins útgáva/konsert:

  1. Beinta – Madsen & Egilstrøð

  2. Akkordeon & Violin – Anna & Angelika

  3. In a Field – Eli Tausen á Lava

  4. Ælaveður – Pauli í Sandagerði

  5. Føroya Symfoniorkestur, heystkonsert – Mattias Kapnas framførir klaverkonsert hjá Kristiani Blak

Ársins spíri:

  1. RSP

  2. Æðrasoppar

  3. Ari Hammer Joensen

  4. Eyði Højsted Horsdal

  5. iKai

Tekstur:

  1. Urd Johannesen – útgávan Rangvørg hjá Biritu Poulsen, Kára Jacobsen og Urd Johannesen 

  2. Lív Maria Róadóttir Jæger – útgávan Gult Myrkur hjá Guðrið Hansdóttir

  3. Elinborg Pálsdóttir – útgávan Vera hjá Elinborg

Visuellur samleiki:

  1. Reiley

  2. Einangran

  3. Joe and the Shitboys

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo